Landsliðsliðskiparin Pernille Brandenborg spældi í gjár væl fyri København Håndbold við fýra málum uppá fýra skot í 38-35 sigrinum á Aarhus Håndbold. Hetta var samstundis seinasti dysturin í fremstu donsku kvinnudeildini, har sjey føroyskir landsliðsspælarar spæla, undan EM-steðginum.
Í dag spæla Lív Bentsdóttir Zachariasen og Ajax í næstbestu deildini, og í morgin hava Bjørk Franksdóttir Joensen (Randers) og Marita Mortensen (HØJ) sínar seinastu dystir fyri EM.
Í Føroyum eru tveir steypadystir hjá kvinnum. Turið Arge Samuelsen Bjarta Johansen og hinar hjá Kyndli spæla móti Rannvu Olsen og VÍF í kvøld. Í morgin hevur Brynja Høj, ið er týdningarmikil fyri verjuna hjá Føroyum, eina uppgávu fyri Neistan móti EB.
H71 hevur evropeiskar dystir í Hoyvík um vikuskiftið. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Brynhild Pálsdóttir, Elsa Egholm og Lukka Arge skulu allar við til EM. Tær spældu móti PAOK i gjárkvøldið, tá H71 tapti 31-21, og hava uppgávu móti liðnum úr Grikkalandi í morgin, sunnudagin klokkan 19.
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe í skotroynd í Hoyvík í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Nógvar venjingar og tveir venjingardystir í Føroyum
Klokkan 17 í morgin - tveir tímar undir dystarbyrjan í Hoyvik - venja tær í EM-hópinum, sum ikki hava dyst um vikuskiftið. Hetta í Gundadalshøllini har eitt ungdómslandslið hjá dreingjum verður sparringspartnari.
Síðani vera nógvar venjingar kring landið fram til 27. november, tá kósin verður sett móti Sveis og EM-endaspælinum. Fyrsti føroyski endaspælsdysturin á kvinnusíðuni verður móti vertunum fríggjadagin 29. november í Basel.
Føroyska liðið skal venja í høvuðsstaðrøkinum, í Klaksvík, í Runavík og á Giljanesi. Í tí sambandi eru eisini skúlavitjanir og annað eisini á skránni.
Næsta vikuskifti er sum so eingin venjing: Fríggjadagin 23. november spæla Føroyar í Klaksvík og leygardagin 24. november á Skála. Í báðum førum er tað móti B-landsliðnum (deildarlandsliðnum) hjá Svøríki. Talan er um týðandi fyrireikingardystir hjá Claus Mogensen og liðnum.
Mynd: Hondbóltssamband Føroya
Portalurin fer at fylgja EM-fyrireikingunum og verður sjálvandi við í Basel
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Strikur:
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bakkar:
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Dystarskráin í Sveis:
Fríggjadagin 29. nov kl. 17.00 Sveis – Føroyar
Sunnudagain 1. des kl. 14.30 Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. des kl. 17.00 Føroyar – Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald