Í undankapping í vár stóð U19-landsliðið við kvinnum seg ógvuliga væl og vann sín bólk. Harvið tryggjaði liðið, sum tað fyrsta føroyska landsliðið, sær sæti í sonevndari "A-undankapping" undir verandi skipan hjá UEFA.
Slíkar kappingar kunnu geva einum føroyskum ungdómslandsiðið stórar men spennandi avbjóðingar, og soleiðis verður allarhelst hjá føroysku U19-kvinnum síðst í mánaðinum í Belgia.
Fótbóltssamband Føroya skrivar, at høvuðsvenjarin Pætur Smith Clementsen nú hevur sett nøvn á tær 20, sum skulu umboða Føroyar til EM undankappingina:
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Súsanna L. Godtfred, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Natalia D. Olsen, EBS/Skála
Sólja Ernstdóttir, EBS/Skála
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Fríða M. Jakobsen, HB
Anna S. Carlsen, HB
Gunnvá Lutzen, HB
Lea T. Johannesen, HB
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Jórun Najma Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Føroyar komu í bólk saman við Belgia, Írlandi og Hollandi. Undankappingin verður spæld í Tubize í Belgia í døgunum 25.-31. oktober, skrivar fsf.fo.
Leikskráin hjá U19 gentunum sær soleiðis út:
25.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Holland – Føroyar
28.10.2023 kl.19.00 (18.00 føroyska tíð): Írland – Føroyar
31.10.2023 kl.15.00 (14.00 føroyska tíð): Føroyar – Belgia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald