Hondbóltur

EM: Høvuðsumfarið byrjar í kvøld

Tólv lið skulu dystast um fýra hálvfinalupláss. Danmark spælir móti Ungarn í seinni í kvøld.

Sandra Toft spældi ein frálíkan dyst, tá Danmark týskvøldið basti Svøríki og harvið fekk tvey stig við sær víðari til høvuðsumfarið (Mynd: EPA)

Sandra Toft spældi ein frálíkan dyst, tá Danmark týskvøldið basti Svøríki og harvið fekk tvey stig við sær víðari til høvuðsumfarið (Mynd: EPA)

2022-11-10 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðstu vikuna hevur bólkaspælið í EM-endaspælinum hjá kvinnum verið leikt í Slovenia, Norðurmakedónia og Montenegro.

Fýra av teimum 16 londunum, ið byrjaðu kappingina, eru nú úti. Tey eru Sveis, Serbia, Norðurmakedónia og so Pólland, ið Týskland yvirhálaði við málið í síðsta minutti í dystinum móti Spania í gjár.

Spania var á odda við trimum málum, tá farið var undir síðsta minuttin, og hevði harvið tvey stig og víðari luttøku í pottinum, men um liðið vann við trimum málum ella fleiri, kom Pólland við víðari. Av tí at Pólland vann á Spania, hevði Pólland fingið tvey stig víðari við hesum úrslitinum. Ístaðin "lat" Spania Týskland skorað og spældi tíðina út, so munurin at enda gjørdist tvey mál.

Harvið kom Týskland víðari ístaðin fyri Pólland, og Spania fekk tvey stig við sær víðari. Hendingin hevur verið nógv umrødd. Fair play var tað so ikki, og serliga Spania hevur fingið nógvar atfinningar móti sær.

Tað var annars Montenegro, sum óvæntað hendan bólkin. Umframt eitt av vertslandinum, hava Frakland og Noreg fýra stig við sær víðari.

Trý umfør skulu spælast í høvuðsumfarinum. Nummar eitt og tvey úr hvørjum bólki koma víðari til hálvfinalurnar. Fyrsti dysturin í gongd, og seinni í kvøld spælir Danmark, ið hevur bast Svøríki og Serbia.

Bólkur 1: 
Noreg 4 stig
Svøríki 2 stig
Danmark 2 stig
Kroatia 2 stig
Slovenia 2 stig
Ungarn 0 stig

Í kvøld - hóskvøldið 10. november (1.umfar)

17.00: Kroatia - Slovenia
19.30: Ungarn - Danmark

Bólkur 2: 
Frakland 4 stig
Montenegro 4 stig
Niðurlond 2 stig
Spania 2 stig
Týskland 0 stig 
Rumenia 0 stig

Í morgin - fríggjadagin 11. november (1.umfar)

17.00: Niðurlond - Týskland
19.30: Rumenia - Spania

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder