EM hjá kvinnum er í hesum døgum í Fraklandi. Í gjár vóru seinastu dystirnir í fyrra bólkaspælinum leiktir. 12 útav av teimum 16 londunum eru nú farin víðari til millumumfarið.
Soleiðis endaðu bólkarnir í innleiðandi umfarinum:
Bólkur A:
Serbia 4
Svøríki 4
Danmark 4
Póland 0
Bòlkur B:
Russland 4
Frakland 4
Montenegro 2
Slovenia 2
Bólkur C:
Holland 6
Ungarn 4
Spania 2
Kroatia 0
Bólkur D:
Rumenia 6
Týskland 4
Norra 2
Kekkia 0
A og B eru bólkaði saman, so at liðini í bólki A spæla ímóti liðunum í bólki B í millumumfarinum. Sama er galdandi fyri bólk C og D. Liðini hava fingið tey stigini við sær, sum tey vunnu ímóti øðrum liðum, ið komu víðari.
Talan kann gerast um sera spennandi dystir í millumumfarinum, har tvey tey bestu úr hvørjum bólki koma í hálvfinaluna. Frakland og Danmark leggja út við einum brakið í dag.
Bólkur I:
Russland 4
Serbia 2
Frakland 2
Svøríki 2
Danmark 2
Montengro 2
Í dag: 17.00: Danmark - Frakland
20.00: Svøríki - Montenegro
Bólkur II:
Rumenia 4
Holland 4
Ungarn 2
Týskland 2
Spania 0
Norra 0
Her verða fyrstu dystirnir leiktir í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald