Annað

EM í svimjing rakt av gølu

Brek gjørdi at fleiri tíðirnar leygarkvøldið vóru ov skjótar.

Mynd: svimjing.com

Mynd: svimjing.com

2018-08-06 13:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Gøla rakti EM í svimjing leygarkvøldið, tá eitt brek í skipanini gjørdi, at flest øll úrslit frá finalunum leygarkvøldið vóru ov góðar. Millum tíðirnar, sum vóru raktar, var m.a. heimsmetið hjá Adam Peaty.

Ein nýggj tíðtakingareind varð nýtt til skipanina, og hendan krevur eina stilling, áðrenn hendan gevur rættar tíðir. Um standardsetingin ikki verður broytt, verða tíðirnar 0.1. sekund ov skjótar.

Leygarkvøldið hendi tað, at tann eina tíðtakingareindin manglaði battarí. Tí var ein nýggj sett til, men gloymt var at broyta stillingina. Hetta hevði við sær, at allar tíðir frá níggju teimum fyrstu kappingunum í finalunum leygarkvøldið vóru 0.1 sekund ov skjótar, skrivar svimjing.com.

Hetta ávirkaði eisini heimsmetið hjá Adam Peaty í 100 metrar bringu. Bretin svam teinin á 57.00 sekund, og var hetta ein betran av hansara gamla heimsmetið við 13 hundraðpartum. Men eftir at mistakið varð funnið, var hetta broytt til, at hann betraði um metið við trimum hundraðpørtum.

Sum skilst ávirkaði brekið ikki tíðina hjá Signhild Joensen, sum svam 50 metrar rygg við tíðini 29.54 sek.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder