Í løtuni fyrireika føroysku menninir seg til HM-play-off dystirnar. Seinni í ár byrjar undnakappingin til EM 2026.
Um eina viku, 21. mars, verður greitt, hvørjum Føroyar vera í bólki saman við. Lutakastið veðrur í Danmark, ið er eitt av vertslondunum.
Føroyska manslandsliðið hevur ongantíð áður verið í so góðari støðu. Vit fáa bert eitt annað topp-20 land í Evropa í bólkin.
Styrkisbólkarnir:
Styrkisbólkur 1:
Týskland
Spania
Ungarn
Ísland
Kroatia
Slovenia
Portugal
Niðurlond
Styrkisbólkur 2:
Eysturíki
Montenegro
Serbia
Pólland
Kekkia
Norðurmakedónia
Føroyar - nummar 20 í Evropa
Grikkaland
Styrkisbólkur 3:
Bosnia & Hersegovina
Slovakia
Belgia
Sveis
Rumenia
Litava
Ukraina
Italia
Styrkisbólkur 4:
Finnland
Ísrael
Estland
Georgia
Turkaland
Luksemborg
Kosovo
Lettland
Eitt lið úr hvørjum styrkisbólki verður í hvørjum undankappingarbólki. Føroyar kunnu harvið ikki møta millum annað Póllandi (EM-mótsstøðulið) ella Norðurmakedónia sum føroysku menninir skulu hitta í HM play-off umfarinum í mai.
Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, umframt fýra teir bestu trý'ararnir. Lutakastið verður 21. mars, og tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini verða spældir í heyst. Samanlagt eru seks undankappingardystir á skránni - ein heima og ein úti móti øllum liðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald