Hondbóltur

EM-lutakastið verður um tíggju dagar

18. apríl verður greitt, hvørjum føroysku kvinnurnar vera í bólki við í vetur, og um spælast skal í Eysturríki, Sveis ella Ungarn. Føroyar eru í niðasta styrkisbólki.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2024-04-08 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Føroyski fagnaðurin hevur lagt seg nakað. Tað tó er eingin ivi um, at tað var stórt fyri spælarar, venjarar, hjálparfólk, HSF-umboð, familju, fjepparar og Hondbóltsføroyar tá staðfestingin kom.

Síðst í november og fyrst í desember fær føroyska kvinnulandsliðið møguleikan at royna seg á stóra pallinum - at spæla slíkar dystir sum kann flyta unga liðið. EM 2024 er ikki nøkur endastøð. Avrikið móti Svøríki mikukvøldið vísti týðiliga, at man hevur flutt seg - avrikið í Hafnafirði í gjár vísti, at man skal flyta.

Tað vita og vilja tær føroysku eisini. Nú tá armanir koma niður, skal man í nógvar mánaðir hugsavna seg um at vera til reiðar til størstu uppgávuna higartil.

Eysturríki, Sveis og Ungarn eru vertstjóðir. So er bara spurningurin, hvørjum landið okkara enda í, og hvønn bólk talan verður um.

Greiða fæst á hesum til lutakastið í Wien 18. apríl. Eysturríkski høvuðsstaðurin er ein av vertsbýunum í vetur. 

Føroyar vóru ein av ovaru trý'arunum í undankappingini og vera í tí niðasta av teimum fýra styrkisbólkunum. Seks lið eru í hvørjum slíkum - 24 lið tilsamans eru til endaspælið.

Tað er allarhelst greitt, at tað verður ógvuliga tungt at takast við lið úr potti eitt og partvíst eisini potti 2. Úr potti 3 eru tó helst lið, sum Føroyar hava ein rímiliga góðan møguleika at spæla upp við. 

Júst hvussu styrkisbólkarnir síggja út er ikki heilt greitt, men tað verður tað seinni í vikuni.

Sí eisini: Enn eitt endaspæl á skránni í 2024

Sí eisini: Allar myndirnar úr Íslandi í kvøld

Sí eisini: Bjarta: Varð ógvuliga rørd tá tað varð staðfest

Sí eisini: Jana og Turið: Løgið at fara frá vónbroti til at fegnast um EM


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder