Á sama degi sum føroyski EM-hópurin í 2024 fór til Berlin varð endaliga kunngjørt, at Ísak Vedelsbøl sama summar skuldi til IK Sävehof. Tá spældi hann í H71 - í nøkur ár undan tí í Neistanum.
Nú, beint yvir tvey ár seinni og dagin fyri fyrsta dystin hjá Føroyum í EM 2026, er næsta skiftið hjá evnaríka strikuspælaranum kunngjørt.
Sum gitt hevur verið í útlendskum miðlum, so skal Ísak Vedelsbøl frá næsta kappingarárið spæla í Danmark - hetta í HØJ.
Talan er um felagið frá Keypamannahvn-økinum, úr Ølstykke, sum Pauli Jacobsen er knýttur til og var við at fáa upp í bestu donsku deildina. Rói Berg Hansen hevur eisini umboðað felagið, har ábyrgdarpersónar fyrrapartin fegnast um, at avtala er komin uppá pláss við 21-ára gamla føroyingin:
- Ísak er ein ungur, kropsliga sterkur og ambitøsur spælari, sum kann gera mun í álopi og verju - og sum longu hevur prógvað seg á altjóða stigið. Møguleikin kom fyri at fáa Ísak út úr hansara sáttmála í Svøríki, eitt ár áðrenn hesin gekk út. Vit fegnast um, at tað kom uppá pláss, so at hann longu kann koma til okkum í summar. Vit síggja stórar menningarmøguleikar í Ísaki, staðfestir Lars Vinther stjóri í HØJ, við heimasíðuna.
Portalurin tosaði við Ísak Vedelsbøl í síðstu viku og spurdi millum annað um væntaða skifti - sí her:
Ísak: Hugsa mest um Sveis og at vinna fyrst endaspælsdystin
![]()
Ísak Vedelsbøl fekk sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum í undankappingini til EM 2026 - besti dystur hansara var í Niðurlondum, har Føroyar vunnu 33-32. Her sæst Ísak fegnast saman við Leivi Mortensen og øðrum eftir sigurin. Í morgin spæla teir aftur endaspælsdyst (Mynd: Sverri Egholm)
Ísak Vedelsbøl hevur flutt seg nógv í svenskum hondbólti og við evropeiskum dystum. Í Sävehof er man ikki bilsin um áhugan úr einari størri deild.
Felagið hevur nú selt sín strikuspælara og miðverja, sum í EM-undankappingini fekk sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum. Ísak var eisini liðformaður á søguliga U21-landsliðnum, sum síðsta summar vann HM-bronsu.
Sum skilst hevur hann gjørt trý-ára sáttmála við HØJ, ið hevur keypt føroyingin leysan, so hann kann koma til Danmarkar skjótt. Fyrst snýr tað seg tó um EM-endaspælið, ið fyri Føroyar byrjar fríggjakvøldið.
Dagført: 08.40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald