Kappróður

EM: Sverri í A-finaluni

Fyrrapartin vann føroyski rógvarin seinnu hálvfinalu í einskullara hjá monnum, og í morgin skal hann rógva í A-finaluni.

(Savnsmynd: Balint Czucz)

(Savnsmynd: Balint Czucz)

2024-04-27 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin tryggjaði føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen sær pláss í A-finaluni í EM í rógving, sum er í Szeged í Ungarn í hesum døgum.

Hann vann hálvfinaluna við tíðini 7.36.43, frammanfyri litavska Giedrius Bieliauskas, sum endaði á øðrum plássi við tíðini 7.37.39, og bretska George Bourne, sum endaði á triðja plássi við tíðini 7.38.34.

Hósdagin vann Sverri eisini innleiðandi róðurin við tíðini 6.53.48. Finalan verður í morgin klokkan 12.10 føroyska tíð.

Úrslitini frá seinnu hálvfinaluni í dag:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder