Troyggjan, sum fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var í, tá hann skoraði fyri Danmark í 2-1 sigrinum á Fraklandi í EM-kappingini í 1992, er stolin.
Tað hendi í gjár á Ofelia Plads í Keypmannahavn.
Henrik “Store” Larsen vitjaði plássið, sum er eitt slag av miðpunkti fyri EM-øsingina, sum valdar í Danmark, nú liðið hevur spælt seg fram til hálvfinaluna. Á plássinum er ein lítil EM-framsýning, har troyggjan við nummar 13 er ein av lutunum, ið er at síggja.
Men tá Henrik Larsen kom fram í gjár, varð staðfest, at troyggjan er burtur – stolin.
- Kona mín legði til merkis, at troyggjan var burtur – undarligt, hugsaði eg. Eg spurdi ein vakt, og hann upplýsti mær, at onkur hevur skrúva glasplátuna av og er farin avstað við troyggjuni, greiðir Henrik Larsen frá fyri dr.dk.
- Vit eru nakrir spælarar, sum laga latið fleiri lutir til framsýningina. Tað er spell, at fólk ikki vilja lata lutirnar fáa frið, so øll ið koma her, kunnu uppliva EM-stemningin. Spell at nøkur við ov longum fingrum skulu oyðileggja hetta, sigur Henrik Larsen.
Hann hevur lagt eini boð út á Facebook, sum eru deild fleiri hundrað ferðir, har hann biður um, at troyggjan kemur aftur.
Troyggjan er løtt at kenna aftur, um onkur skuldi latið seg í hana.
- Hon er hvít, har stendur “Larsen” og talið “13” á bakinum, og autografurin hjá mær er á høgru øksl. Tað eru ikki nógvar sum henda í umferð, sigur fyrrverandi landsliðsspælarin og EM-vinnarin frá 1992.
Enn er óvist nær og hvussu troyggjan er horvin.
- Vit halda, at tað hendir 12. ella 13. juni. Tí hon hekk á sínum plássi tá framsýningin lat upp 11. juni, sigur Lene Kryger Pedersen, verkætlanarleiðari fyri hesi framsýningini, ið hevur ferðast runt í Danmark fyri at minnast EM-sigurin í 1992.
Hon heitir á tjóvin um at koma aftur við troyggjuni. Tað nýtist ikki at vera persónliga. Viðkomandi kann bara koyra troyggjuna í ein brævbjálva og senda hana til DBU (danska fótbóltssambandið, -red.), sigur hon við dr.dk.
Hon harmast um, at Henrik Larsen ikki hevði fingið boðini um at troyggjan var stolin, áðrenn hann við egnum eygun mátti ásanna tað á staðnum.
Stuldurin er meldaður til løgregluna í Keypmannahavn, sum arbeiðir við málinum.
Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari í árunum 2002 til 2005
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald