2018-11-23 10:23
Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í innleiðandi EM-undankappingunum, sum verða á heysti komandi ár. Føroyar vera vertir fyri U17-kappingini.
Lutakast í samband við innleiðandi EM-undankappingarnar hjá U17- og U19-landsliðunum við gentum, varð í morgun avgreitt í Nyon í Sveis.
U17-landsliðið kom í bólk 5 saman við Noregi, Slovenia og Aserbadjan. Kappingin verður spæld í Føroyum í døgunum 16. til 24. oktober 2019.
Lutakastið hjá U19-gentunum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk 2 saman við Finnlandi, Litava og Kekkia. Finnland verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld í døgunum 1. til 8. oktober komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald