Hondbóltur

EM-undankappingin: Føroyar eru styrkismettar í niðasta bólki

Lutakastið verður um tvær vikur.

Kjartan Johansen var seinastu EM-undankappingina ein profilur á føroyska liðnum - her í dystinum í Royal Arena ið Føroyar taptu tepurt (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen var seinastu EM-undankappingina ein profilur á føroyska liðnum - her í dystinum í Royal Arena ið Føroyar taptu tepurt (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-02 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum í Bratislava. Tað skuldi upprunaliga verða 23. apríl men varð útsett orsaka av koronastøðuni.

Føroyar vóru í bólki saman við Danmark, Ukraina og Montenegro í seinastu EM-undankapping og fingu eitt stig - tað var í fyrsta dystinum í Montenegro, har tað endaði 24-24. 

Hetta var við til at tryggja, at føroysku menninir aftur hesaferð koma beinleiðis í høvuðsundankappingina. 

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at 32 lið eru styrkismett í 4 bólkar, og at Føroyar eru styrkismettar í fjórða bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari saman við fýra teimum bestu trý'arunum. Bólkarnir síggja soleiðis út: 

1: Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.
2: Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.
3: Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.
4: Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.

EM endaspælið 2022 verður leikt í Ukraina og Slovakia. Les meira um lutakastið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder