
Tað var Emil Weihe Joensen, sum setti gongd á málveitsluna hjá NSÍ í Klaksvík. 21-ára gamli miðvallarin spældi eisini ein branddyst.
- Tað var bara um at fáa bóltin niður í málhornið...tað er gott at spæla í Betrildeildini, men hetta er nakað heilt annað.
Emil er vælnøgdur við úrslitið, men iðrar seg samstundis eitt lítið sindur um, at NSÍ ikki vann meira.
Nú snýr tað seg um at vera á til seinna dystin og ikki verða ov verjukendir, hóast leiðsluna, staðfestir hann fyri Portalinum.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76' Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0
NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen
Sì eisini: Stórbærur og stórur NSÍ-sigur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald