Fótbóltur

Emil Forsberg byrjar ikki inni

Besti leikarin í svenska álopspartinum verður spardur - Aleksander Isak fær sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan.

Janne Anderson hevur sett navn á teir ellivu, ið byrja á Tórsvølli ímóti Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Janne Anderson hevur sett navn á teir ellivu, ið byrja á Tórsvølli ímóti Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-05 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska byrjunaruppstillingin varð kunngjørd fyrr í dag: 
(4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

Tann svenska kom fyri løtu síðani. Størsta søgan er, at Emil Forsberg úr RB Leipzig ikki byrjar inn. Hetta gittu svensku tíðindafólkini fyrr í dag. Orsøkin sigst at vera at hann verður spardur til dystin móti Norra, tí hann hevur drigist við ein skaða, og graslíki kann gera hetta verri. 

19-ára gamli stórtalentið Alexander Isak úr Borussia Dortmund byrjar inni í álopinum.

Svøríki (4-4-2): 
Robin Olsen - Mikael Lustig, Victor Nilsson Lindelöf, Andreas Granqvist (L), Pierre Bengtsson - Sebastian Larsson, Kristoffer Olsson, Albin Ekdal, Robin Quaison - Alexander Isak, Marcus Berg

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder