Hondbóltur

Endaði við hondbóltsframsýning á Hálsi

Tað byrjaði trilvandi móti Kosovo, men móti endanum av fyrra hálvleiki og í 2. hálvleiki var klassamunur. Føroyar vunnu 32-21.

Rói Berg Hansen skoraði trý av málunum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Rói Berg Hansen skoraði trý av málunum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-06 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Álopsspælið var til tíðir stirvið, og trupulleikar vóru móti kropsliga sterku verjuni hjá Kosovo. Føroyingar misnýttu eisini onkrar upplagdar møguleikar, og hóast verjan sum heild var góð, so var Kosovo á odda tríggjar ferðir fyri steðgin.

Føroyar fingu tó tey seinastu fimm málini fyri steðgin, 13-9 í steðginum og hareftir var ongantíð nakar ivi um, hvør skuldi fáa tey bæði stigini.

Sum fráleið varð spurningurin: Hvussu stórt fara Føroyar at vinna. Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vóru til tíðir heilt í hopla, og allir gjørdu sítt.

Pauli Jacobsen hevði ein heilt góðan dyst í málinum við 15 bjargingum, og tað var sjálvdan, at Kosovo bara kom lætt til skot.

Tað kundi helst verið meira ein tey ellivu málini, sum vóru á muni til endans, men 19 føroysk mál eftir steðgin, flottur hondbóltur til tíðir og ein góð byrjan uppá undankappingina - og eitt gott punktum fyri landsdystir hjá manslandsliðnum á Hálsi fyribils.

Næsta uppgávan er Ukraina í Litava sunnudagin klokkan 13 føroyska tíð.

Meira úr Høllini á Hálsi seinni.

Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 06.11
Føroyar - Kosovo 32-21 (13-9)

Føroyskir málskjúttar:
Óli Mittún 8 mál
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Teis Horn Rasmussen 5 mál 
Rói Bert Hansen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Tróndur Mikkelsen 1 mál

Dystargongdin:
5 min: 2-1
10 min: 3-2
15 min: 5-6
20 min: 8-7
25 min: 10-9
30 min: 13-9
35 min: 16-10
40 min: 19-13
45 min: 23-14
50 min: 26-14
55 min: 29-18
60 min: 32-21


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder