Fótbóltur

Endaðu á 3. plássi í Baltic Cup

U15-genturnar taptu seinasta dystin í Litava stórt. - Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur venjarin, ið tó er nøgdur við haildaravrikið.

Føroyar fingu fýra stig í tveimum teimum fyrstu dystunum (Mynd: Bára Joensen/FSF)

Føroyar fingu fýra stig í tveimum teimum fyrstu dystunum (Mynd: Bára Joensen/FSF)

2023-08-29 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta var ein góð og mennandi kapping. Gamaní taptu vit stórt í síðsta dystinum, men tá royndu vit eisini ymiskt í okkara spælstíli, sum nokk ikki riggaði so væl. Men genturnar tordu at spæla fótbólt, og tær stríddust væl

Hetta sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá Fótbóltssamband Føroya.

[object Object]
Sigtór Petersen, høvuðsvenjari, og Maibritt Olsen, hjálparvenjari (Mynd Bára Joensen/FSF)

[object Object]
(Mynd Bára Joensen/FSF)

[object Object]
(Mynd Bára Joensen/FSF)

Við einum sigri, einum javnleiki og einum tapi, endaðu U15-genturnar á 3. plássi í ársins Baltic Cup 2023, sum var í Litava í síðstu viku. Lettland og Litava endaðu bæði við 5 stigum, Føroyar fingu 4 stig, meðan Estland fekk 1 stig.

Stóri spælarin hjá Føroyum var Sigrið Hansdóttir, ið skoraði fimm av teimum átta málunum, ið føroyska liðið fekk. Kára Sigurðsson skoraði tvey mál, og Sara Benjaminsen gjørdi eitt. Serliga var dysturin móti Estlandi fríggjadagin, har Føroyar skoraðu fimm mál, góður.

– Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, og tann hugburðin mugu og eiga vit eisini altíð at hava. Líkamikið hvørjum vit møta. Men tá tað er sagt, so er tað ikki altíð tað viktigasta. So sum heild eri eg sera væl nøgdur. Vit høvdu møguleikan at vinna kappingina, men tóku tíverri ikki av, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

(Myndir: Bára Joensen/fsf.fo)

Úrslit / Baltic Cup 2023
Føroyar – Litava 3-3
Lettland – Estland 1-1
Føroyar – Estland 5-2
Lettland – Litava 1-1
Føroyar – Lettland 0-5
Litava – Estland 3-1

Tað næsta á skránni hjá U15-gentunum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania frá 25. september til 3. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder