Fótbóltur

Endaðu við sigri í Kasakstan

Føroyska U21-landsliðið var eina løtu á odda 3-0 og fekk trý stig við heim. Í løtuni sær út til, at liðið endar nummar fimm í bólkinum, og talan er um hægsta talið av stigum síðani metundankappingina í 2009-2010.

Teir ellivu ið byrjaðu dystin (Mynd: Rúni Klein Joensen)

Teir ellivu ið byrjaðu dystin (Mynd: Rúni Klein Joensen)

2020-11-17 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sámal Erik Hentze og hansara lið hava fyri lítlari løtu síðani tryggjað sær sín triðja sigur í heyst. Tað gjørdu teir í kuldanum í Shymkent í sunnara parti av Kasakstan í seinasta dystinum í hesari EM-undankappingini.

Í fyrsta dystinum í undankappingini vann Kasakstan 3-1 á Svangaskarði, men hesaferð vóru okkara omaná. At Sámal Erik Hentze hevur sett ungu menninir rætt upp, er eingini ivi um. Føroyar vóru betri í 1. hálvleiki og Stefan Radosavljevic skoraði eitt sera gott mál - hansara fjórða í kappingini.

Føroyska liðið byrjaði eisini 2. hálvleiki væl, tá liðskiparin Petur Knudsen var til reiðar á einum leysum bólti, ið hann setti væl inn vinstra beininum - eins og Stefan. Triðja málið í undankappingini hjá Petur, sum í dag spældi sín seinasta U21-landsdyst. NSÍ-leikarin verður allarhelst verður at síggja A-landsliðnum komandi ár.

[object Object]
Petur Knudsen skorar her ímóti Ísrael. Hann hevur veruliga gjørt um seg í landsdystunum í heyst (Mynd: Sverri Egholm)

Ein leikari, ið verður verandi á U21-landsliðnum, er 18-ára gamli Jonn Johannesen, sum skoraði til 3-0 til Føroyar í dag. Hetta var fyrsta málið á U21 hjá klaksvíkinginum, ið var til reiðar uppá ein returbólt.

Trý mál og trý stig "komu eisini við til Føroyar", hóast heimaliðið slapp inn í dystin aftur. Beint eftir málið hjá Jonn megnaði Ròi Mørk Hentze, ið annars stóð trygt, ikki at halda einari lengari sending, og málverjin fór skramblandi út í Samuel Chukwudi, og so kundi Ramazan Karimov trilla bóltin í eitt tómt mál. Eitt korter seinni fekk Kasakstan eitt sera tunt brosstpark, ið varð umsett til mál, men hóast onkra spenta støðu, so kom sigurin hjá Føroyum ikki heilt í vanda.

Hann ger, at liðið hjá Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen kemur upp á níggju stig - øll eru komin í heyst - ið er næsthægsta stigatalið hjá U21 nakrantíð. Í undankappingini til EM 2011 fingu Føroyar heili 11. Fýra undankappingar hava verið síðani, og hetta er fyrstu ferð síðani, at U21-landsliðið kemur uppum sjey stig. Montenegro hevur sjey stig, og er í løtuni aftanfyri 1-0 í hálvleikinum í Norðurmakedónia. Har er næstan hálvleikur, og vinnur Montenegro ikki, so enda Føroyar á 5. plássið - eitt stig aftanfyri Kasakstan.

U21 EM-undankapping, bólkur 6
Kazhymukan Munaitpasov Stadium, Shymkent - 17.11

Kasakstan - Føroyar 2-3 (0-1)
20' Stefan Radosavljevic (Pætur Petersen)
49' Petur Knudsen
64' Jonn Johannessen (Ari Olsen)
65' Ramazan Karimov
80' Oralkhan Omirtaev (br.)

Føroyar (4-4-1-1): Rói Mørk Hentze - Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Andrias Edmundsson, Daniel Johansen - Pætur Petersen (77' Ragnar Samuelsen), Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic  (90' Arnbjørn Svensson), Lukas Giessing (85' Hanus Sørensen) - Petur Knudsen (L) - Jonn Johannesen (77' Hjalti Kárason Djurhuus)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder