Hondbóltur

Endaliga avgerðin um hálvfinaluplássini hjá monnum kann fella í kvøld

StÍF skal helst vinna við minst fimm málum í Hoyvík fyri at hava ein møguleika. VÍF og KÍF spæla um 1. plássið í hinum bólkinum - steypakappingin hjá kvinnum fer í gongd í Vestmanna, har VB vitjar.

Kyndil og H71 liggja væl fyri til at koma víðari úr bólki 2 hjá monnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kyndil og H71 liggja væl fyri til at koma víðari úr bólki 2 hjá monnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-11 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍF og VÍF hava spælt seg víðari úr bólki 1. Bæði hava fýra stig fyri tvey umfør, og klokkan 20 spæla tey um 1. plássið í bólkinum. Tað fær týdning fyri, hvørjum man møtir í hálvfinalunum eftir jól.

VÍF er á heimavølli og kann tryggja sær 1. plássi við javnleiki - liðið hevur betri málúrttøku enn KÍF. 

Bólkur 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum:
Í kvøld 20.00: 
VÍF - KÍF
Neistin - H71 2

Støðan sæst HER

Í hinum bólkinum er ikki greitt, hvør kemur viðari. Tað verður tó ein stór uppgáva hjá StÍF at vinna seg upp á 2. pláss ella 1. pláss.

Av tí at StÍF tapti við fimm málum fyri Kyndli í 2. umfari, og at H71 vann við fimm málum á Kyndli í 1. umfari, so er helst neyðugt hjá StÍF at vinna við minst fimm málum í Hoyvík í kvøld fyri at hava ein møguleika at røkka hálvfinalunum.

Kyndil spælir á heimavølli móti Team Klaksvík í morgin, og har skal okkurt púra óvæntað henda, um teir í grønum ikki røkka fýra stigum. Um StÍF ikki fær stig í Hoyvík í kvøld, so er sum so alt avgjørt í bólkinum.

Bólkur 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum:
20.00: H71 - StÍF
Í morgin klokkan 20.00: Kyndil - Team Klaksvík

Støðan sæst HER

SMS-deildin er farin í gongd aftur eftir EM-endaspælið, og nú byrjar steypakappingin hjá kvinnum eisini.

VÍF og VB spæla í kvøld klokkan 18 í fyrsta dystinum í bólki 1. Kyndil og H71 spæla í annaðkvøldi, og bólkur 2 byrjar eisini hósdagin 12. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder