Tað valdar framvegis ein óvissa um, hvørt Betrideildarfótbóltur verður á skránni í vikuskiftinum ella ikki. Kavi liggur framvegis, og tað hevur órógvað venjingar hjá feløgunum í nú skjótt tvær vikur.
Eftir ætlan skal 3. umfar í Betrideildini hjá monnum (tað er umfar nummar tvey, tí 2. umfar varð útsett) spælast leygardagin og sunnudagin, umframt 1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum og í 2. deild.
Harafturat skulu nakrar ungdómskappingar í gongd, og umfarið í 1. deild hjá monnum var á skránni til fríggjadagin.
Nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at dystirnir í næstbestu mansdeildini ikki verða spældir í morgin, fríggjadagin 17. mars - teir eru fluttir til eina ikki ásetta dagfesting. Liðini í U15 og U17 skulu hyggja uppá støðuna og avtala at spæla ella flyta - alt eftir hvussu støðan er í hvørjum einstøkum staði.
Tað er helst ikki heilt ósannlíkt, at HB-Víkingur verður fluttur yvir á Tórsvøll, um liðini spæla leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Spurningurin er so, hvussu verður við dystunum leygardagin og sunnudagin. Sambært nýggju fráboðanini frá FSF kemur nærri kunning - allarhelst endalig boð - eftir døgurða í morgin: Tað vil siga hjá summum feløgunum er tað lítið yvir eitt samdøgur áðrenn ásetta dystin.
Eingin ivi er um, at slíkt ávirkar fyrireikingarnar, men Sunniva Kollslíð, kappingarleiðari, segði við Portalin í gjár, at veðrið er so skiftandi, og forsøgnin kann broytast nógv enn. Sum nú er, sær tað út til at fara at regna rímiliga nógv í kvøld, og í nátt og verður tað lýggjari enn undanfarnu dagar fram til leygardagin.
Tískil hava tey tað trupult við at gera eina staðfesting, sum er bindandi: Ymisku liðini noyðast at fyrihalda seg til, at støðan er ivasom.
3. umfar (umfar nummar tvey) í Betrideildini hjá monnum
Leygardagin 18. mars
16.00: B68 - KÍ
17.00: EB/Streymur - B36
19.00: HB - Víkingur
Sunnudagin 19. mars
15.00:
TB - ÍF
AB - 07 Vestur
Les eisini: HB - Víkingur er ásettur til leygarkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald