Umfar nummar tvey, sum eitur 3. umfar, í Betrideildini hjá monnum er á skránni
2. umfar varð í síðstu viku útsett til mikudagin 12. apríl vegna vánaliga veðurfrosøgn til vikuskifti. Tað var eisini ov nógvur kavi og ov kalt til at spæla fótbólt, og í løtuni er eisini ivamál um umfarið, sum er á skránni um vikuskiftið.
Tað liggur nógvur kavi nú, tað er kalt, og soleiðis kann støðan eisini vera um nakrar dagar, tá 3. umfar skal spælast.
Les eisini: Óvanliga kaldur kavavetur
Allir dystirnir í umfarinum hava eina ásetta klokkutíð, og leygardagin er møguleiki fyri at síggja - íhvussu er ein part av - øllum dystunum. Heilt stóri dysturin í umfarinum er leygarkvøldið í Gundadali, har nýggj ljós eru, tá HB tekur ímóti Víkingi. HB byrjaði við greiðum heimasigri móti B68, meðan Víkingur tapti 3-0 fyri B36 í Sarpugerði.
Áðrenn tann dystin skulu B36 og KÍ royna at koma uppá seks stig í heldur lumpisligum uppgávum á útivølli.
Sunnudagin byrjar báðir dystirnir klokkan 15. TB tekur ímóti hinum uppflytarunu, ÍF í tí, sum longu er ein lykladystur, og AB skal royna at koma á talvuna móti 07 Vestur, ið megnaði at basa fuglfiðingum í 1. umfari.
3. umfar (umfar nummar tvey)
Leygardagin 18. mars
16.00: B68 - KÍ
17.00: EB/Streymur - B36
19.00: HB - Víkingur
Sunnudagin 19. mars
15.00:
TB - ÍF
AB - 07 Vestur
Støðan eftir eitt umfar:
KÍ 3 stig
HB 3 stig
B36 3 stig
EB/Streymur 3 stig
07 Vestur 3 stig
ÍF 0 stig
AB 0 stig
B68 0 stig
Víkingur 0 stig
TB 0 stig
Meira um umfarið seinni í vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald