Kavi liggur framvegis og darvar venjingarnar hjá feløgunum kring landið. 2. umfar í Betrideildini hjá monnum og í 1. deild, umframt 1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum, í 2. deild og hjá U21 skuldi spælast síðsta vikuskifti, men hetta varð alt av ongum.
Les eisini: Eingin fótbóltur í vikuskiftinum
Fótbóltssamband Føroya tók hesa avgerðina hósdag, í samráð við veðurfrøðingar og eftir veðurforsøgnunum sum vóru rímiliga greiðar. Líkt er til, at líknandi støða kann vera hesa vikuna.
Portalurin hevur fyrrapartin verið í samband við FSF. Sunniva Kollslíð, ið er kappingarleiðari, sigur, at tað verður hugt uppá støðuna, men at tað er ov tíðliga at avgerða nakað enn-
- Veðrið er so skiftandi, og forsøgnin kann broytast nógv enn. Tað fer eisini til dømis helst at kava rímiliga nógv seinni í dag. Vit taka onga endaliga støðu fyrrenn í morgin, hósdagin, í fyrsta lagi
Í løtuni sær tað út til at fara at kava nógv í kvøld og í nátt, men at tað so verður líggjari minni avfalla út ímóti vikuskiftinum.
Umfarið hjá 1. deild við monnum stendur at vera fríggjakvøldið. Leygardagin eru millum annað fyrstu dystirnir í Betrideildini hjá kvinnum og tríggir dystir í Betrideildini hjá monnum.
3. umfar (umfar nummar tvey) í Betrideildini hjá monnum
Leygardagin 18. mars
16.00: B68 - KÍ
17.00: EB/Streymur - B36
19.00: HB - Víkingur
Sunnudagin 19. mars
15.00:
TB - ÍF
AB - 07 Vestur
Les eisini: HB - Víkingur er ásettur til leygarkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald