Tveir teir fyrstu dystirnir í 23. umfari í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 17. B68 tók ímóti trýfaldu føroyameistarunum KÍ á Svangaskarði, og helst komandi føroyameistararnir, Víkingarnir, tóku ímóti EB/Streymi. Báðir stórfavorittarnir vunnu, men tað var eftir nakað av biti og sliti.
Víkingur, sum hevði greiða leikliga yvirvág frá byrjan, kundi annars so at siga stongt hurðina fyri EB/Streymi áðrenn steðgin. Fyrst sendi Ingi Jonhardsson eitt flott innlegg til aftaru stong úr vinstru. Jákup Vilhelmsen fekk ikki tamarhald á Jørgeni Nielsen, sum við røttum áleyparamáli legði Víking á odda.
Fáar minuttir seinni feldi Bergur Poulsen fyrrverandi liðfelagan Olaf Bárðarson við baklinjuna, og so væntaðu tey allarflestu, at Sølvi Vatnhamar fór at økja. Í sínum Betrideildardysti nummar 400 eydnaðist tað tó ikki sum so ofta fyrr úr ellivu metrum: Jóannes bjargaði væl og framvegis 1-0.
Hetta gjørdist endaliga úrslitið. Víkingur hevði tó fleiri vandastøður eftir stegðin, har EB/Streymur eisini byrjaði at hótta frameftir. Filip Djordjevic og Boubacar Dabo vórðu sendir á vøllin og skaptu órógv: Einaferð vann Filip bóltin frá Atla Gregersen, Dabo fór avstað, tríggir móti einum í Víkinga-brotsteignum, men Ingi Jonhardsson vardi meistaraliga fyri. Jóhann Hansson Joensen rakti stongina, og tað var ikki beinleiðis pent hjá Víkingi seinastu løtuna.
Tað var tó ikki neyðugt, og slíkir sigrar eyðkenna eisini meistaralið. Víkingur hevur nú 21 av 22 møguligum sigrinum í 2023 og stevnir beinleiðis móti sínum triðja FM-heiti.
Árni Frederiksberg setti punktum á Svangaskarði við máli til 2-0 í yvirtíðini (Mynd: Sverri Egholm)
FM kann við yvir 99 prosent vissu koma í hús mikukvøldið, um Víkingur í útsettum dysti vinnur á KÍ, ið er einasta liðið, sum á pappírinum kann fáa Víking aftur. Um tað eydnast, so er tað bert formliga, at Víkingur ikki verður føroyameistari: KÍ er í løtuni níggju stig og 28 mál aftanfyri, og um tað eitur tólv stig og umleið 30 mál at heinta inn áðrenn seinastu fýra umførini hjá, so ber tað ikki til - sjálvt um tað á pappírinum ber til.
KÍ vann 2-0 á Svangaskarði, og Ragnar Samuelsen hjálpti KÍ í gongd við sjálvmáli, har hann var so gott sum ótrýstur. Hetta var longu eftir átta minuttir. Síðani kom B68 eitt sindur fyri seg, tó at KÍ var omaná og skapti nakrar stórar málmøguleikar: Mads Boe Mikkelsen rakti stongina, og Tórður Thomsen hevði nakrar stórbjargingar.
Eins og í Norðragøtu, var dysturin á lívi, til urið var farið um 90 minuttir. So eydnaðist loksins útiliðnum at økja. Tað var Árni Frederiksberg, sum sló til. Harvið er KÍ nærri at tryggja sær 2. plássið, sum tó ikki hevur nakran ítøkiligan týdning.
Betrideildin 23. umfar
Í dag, leygardagin 21. september
Víkingur - EB/Streymur 1-0 (1-0)
39' Jørgin Nielsen (Ingi Jonhardsson) 1-0
Sí meira um dystin her
B68 - KÍ 0-2 (0-1)
9' Sjálvmál 0-1
90 (+1)' Árni Frederiksberg (Páll Andrasson Klettskarð)
18.30: 07 Vestur - B36 (0-1)
Í morgin, sunnudagin 22. september:
15.00: NSÍ - ÍF
17.00: HB - Skála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald