Fótbóltur

Endurtøka av finaluni í 2016

KÍ og Víkingur hittast í steypafinaluni hjá monnum 29. oktober.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-05 21:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða KÍ og Víkingur, sum bresta saman í finaluni um løgmanssteypið á Tórsvølli 29. oktober.

Hetta gjørdist greitt í kvøld, tá KÍ vann trivaligan 4-0 sigur á 07 Vestur við Djúpumýru og Víkingur vann 1-0 móti HB á Tórsvølli.

Spenningur var undan seinnu hálvfinalunum í kvøld, tí báðar tær fyrru endaðu 2-2. Hóast fimm bussar við rópandi 07 Vestur-áskoðarum megnaðu vágamenn einki at gera við meistararnar inni á vøllinum. KÍ var á odda 2-0 í steðginum.

Í Havn var meira spenningur. Víkingaáskoðararnir vóru eisini mælskir og fingu tað, teir komu eftir. Andreas Lava Olsen setti bóltin í HB-málið við høvdinum í 39. minutti og fleiri mál komu ikki.

Finalan um løgmanssteypið verður sostatt ein endurtøka av finaluni í 2016. Tá stóð á jøvnum 1-1 eftir 90 minuttir, og eftir brotssparkskapping vann KÍ 5-3.

KÍ-Víkingur finalan um løgmanssteypið 2022 verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober klokkan 19.

HB - Víkingur 0-1 (0-1)
39' Andreas Lava Olsen 0-1

KÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
28' Jóannes Bjartalíð 1-0
37' René Shaki Joensen 2-0
56' Jákup Biskopstø Andreasen 3-0
77' Páll Andrasson Klettskarð 4-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder