Vit fáa aftur brak millum Real Madrid og Manchester City - millum Ancelotti og Guardiola - millum søguliga sterkasta Champions League-felagið og tað sum veruliga hungrar eftir "bara" einum slíkum heiti.
Í hinari hálvfinaluuppgerðini verða báðir dystirnir spældir í Milano, og greitt er at vit fyri fyrstu ferð síðani 2017 fáa eitt italskt felag í finaluni. Í gjár stríddi AC Milan seg víðari móti Napoli, og í kvøld gjørdu Inter Milan og Manchester City arbeiði liðugt.
Bayern kýtti seg á heimavølli, men tað eydnaðist ikki at fáa veurligt hol á, hóast nakrar góðar møguleikar. City hugsavnaði seg meira um at verja enn vanligt, og fekk 1-0 málið uppá eitt kontraálop, beint eftir at heimaliðið hevði ein góðan málmøguleika. Tað var - sjálvandi - Erling Håland ið skoraði. Norðmaðurin varð sendur avstað og smekkaði bóltin upp í longra málhornið, eftir at hann slapp framvið seinasta verjuspælaranum. Mál numamr 12 í átta Champions League-dystum í ár og samanlagt mál nummar 47 fyri Manchester City.
Håæand hevði annars misnýtt brotsspark í fyrra hálvleiki. Áleyparin skeyt uppum. Seint í dystinum dømdi dómarin aftur brotsspark fyri hond í sama brotssteigi. Hesaferð til Bayern, og hesaferð gav tað mál: Kimmich var kaldur, men tað var alt ov seint til at fáa spenning í. Tuchel og hansara lið skulu hugsavna seg um Bundesliguna - Guardiola og City eru í triðju Champions League-hálvfinaluna á rað, og nú skal tað verða.
Håland skoraði enn einaferð og er stórur lykil hjá Manchester City í jagstranini eftir steypinum (Mynd: EPA)
Pep Guardiola sendi sítt gamla lið út í kvøld (Mynd: EPA)
Inter Milan skoraði tríggjar ferðir, áðrenn teir slappaðu eitt sindur ov nógv av seinastu løtuna (Mynd: EPA)
Inter Milan hevur ikki verið millum tey seinastu fýra seinastu trettan árini. Tað var tá Mourinho var venjari, og Inter vann kappingina. Hálvfinaluplássið hjá Inter kom ongantíð av álvara í vanda í kvøld, hóast heimaliðið lat tvey mál inn seinastu tveir minuttirnar. Tað var 3-1 og 5-1 samanlagt, áðrenn Benfica stríddi seg á javnleik í hesum dystinum.
Harvið sendi Inter enn eitt portugisiskt lið út. Simone Inzaghi hevur eitt áhugavert lið, ið ikki hevur staðið seg so væl í Serie A, og sum í hálvfinalunum í mai skal stríðast móti AC Milan. Talan verður helst um øgiligar grannauppgerðir í Milano.
Champions League - seinnu áttandapartsfinalurnar:
Í kvøld, mikudagin 19. apríl
Bayern München - Manchester City 1-1 (1-4 samanlagt)
Inter Milan - Benfica 3-3 (5-3 samanlagt)
Í gjárkvøldið, týsdagin 18. apríl
Napoli - AC Milan 1-1 (1-2 samanlagt)
Chelsea - Real Madrid 0-2 (0-4 samanlagt)
Hálvfinalurnar (9/10 mai og 16/17 mai):
AC Milan - Inter Milan
Real Madrid - Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald