Anton Søjberg er seinnapartin knýttur at besta manshópinum hjá B36 fyri kappingarárið 2024. Hesum boðar felagið frá.
Hetta er fimti skandinavin, sum B36 skrivar undir við í vetur.
Anton Søjberg er 23 ár og kann spæla á teimum framrættaðu plássunum. Anton er sprelskur spælari við góðum bóltførleika.
Danski álopsspælarin flytur til Føroya úr Íslandi, har hann spældi fyri HK, Handknattleiksfélag Kópavogs, í heyst.
Hann skeyt fýra mál í níggju landskappingardystum, sum var eitt umráðandi íkast til, at hann og liðfelagarnir sluppu undan niðurflyting.
Hann hevur fyrr spælt fyri Braband IF, Skive IK og Vendsyssel FF í triðbestu og næstubestu deildini í Danmark.
B36 bíðar nú eftir, at øll loyvini koma uppá pláss. Av somu orsøk er ikki vist, at Anton Søjberg verðru við í hópinum sunnudagin á Svangaskarði.
Herfyri var greitt, at Michal Przybylski ikki fer at spæla komandi vikurnar. Hann hevur verið illa darvaður av skaða, sum krevur, at hann nú fer eina undir skipaða endurvenjing.
Í kvøld er eisini greitt, at Emil Weihe Joensen skiftir úr B36 til EB/Streym. 20 ára gamli miðvallarin leikti í fjør 20 dystir fyri besta liðið hjá B36 og gjørdist eisini ársins stjørnuskot í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald