Eftir løgtingsvalið eru vinnarar og taparar. Dagin eftir valið er tó einki liðugt, men tá fer eitt annað stríð í gongd.
Tað ger tað eisini á fótbóltsvøllinum, og tað er við Djúpumýrar í Klaksvík, at heilt stóra slagið skal standa. B36 og NSÍ skulu royna at halda góðu gongdini.
21. umfar - verður leikt sunnudagin1/9:
Norðragøta
|
15:00
|
|||
Trongisvágur
|
15:00
|
|||
Tórshavn
|
15:00
|
|||
Klaksvík
|
15:00
|
|||
Runavík
|
19:00
|
(Faroe Soccer)
Vinnarin í Klaksvík stendur ikki eftir sum heilt stóri vinnarin í føroyskum fótbólti í ár, men hann kemur framhaldandi at vera við í oddastríðnum. Taparin kemur at standa langt frá FM - serliga um HB tapir, tí liðið hevur ein dyst fleiri enn KÍ og NSÍ og færri stig. Ein javnleikur tænir hvørgun av liðunum væl.
Hjá KÍ verða Patrik Johannesen og Boris Dosljak við aftur eftir leikbann. Semir Hadzibulic og Simen Sandmæl vóru ikki við seinast, og roynt verður at fáa hesar týðandi leikararnar til reiðar aftur. Símun Samuelsen hevur ikki spælt fyri HB síðani 1. august í Belfast.
Støðan:
1. B36 (47 stig) 20 dystir
2. NSÍ (45 stig) 19 dystir
3. KÍ (42 stig) 19 dystir
4. HB (41 stig) 20 dystir
5. Víkingur (38 stig) 20 dystir
6. Skála (25 stig) 20 dystir
7. TB (19 stig) 20 dystir
8. AB (11 stig) 20 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 20 dystir
10. ÍF (6 stig) 20 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald