Hondbóltur

Enn ein H71’ari uttanlands at spæla

H71 útflytir í hesum døgum spælarar í stórum stíli. Pætur Mikkjalsson fer næsta kappingarár at spæla í næstbestu svensku manseildini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-27 09:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun verður kunngjørt, at Pætur Mikkjalsson komandi kappingarár skal spæla í næstbestu svensku mansdeildini í hondbólti, Allsvenskan, og hevur gjørt sáttmála við toppfelagið Amo Handboll.

Hetta skrivar H71 á heimasíðuni.

Pætur er sostatt tann fimti spælarin úr hópinum hjá H71 í vetur, sum fer av landinum at spæla, tá ið kappingarnar byrja aftur í summar, og hann er fjórði H71-arin á manslandsliðnum, ið nú tekur við nýggjum avbjóðingum uttanlands.

24 ára gamli strikuspælarin fer til svenska felagið Amo Handboll, sum er heimahoyrandi í suðursvensku bygdini Alstermo, ið telur 900 íbúgvar. Amo Handboll spratt í 2016 úr lokala felagnum, Alstermo IF, við tí fyri eyga at menna elituhondbólt.

Fimti landsliðsspælarin
Síðsta kappingarár gekk framúr væl, tí Amo Handboll fekk 40 stig og vantaði bara eittans stigið í at vinna sær beinleiðis uppflyting í bestu svensku deildina, Elituseriuna. Tíverri bar ikki á mál, og Amo tapti allar uppflytingardystirnar, men nú ætla tey sær, at komandi kappingarárið skal enda øðrvísi.

– Í Pæturi síggja vit ein spælara við royndum og hugburði, sum kann vera við til at betra dygdina á liðnum í bæði verju og álopi, sigur Amo Handboll í morgun í tíðindaskrivi, har boðað verður frá, at onkur tíðindi um hópin verða at frættað aftrat komandi tíðina.

At tey í Amo Handboll ikki ætla sær einki, sæst aftur í hópinum, har Pætur verður fimti landsliðsspælarin. Hinir eru Minik Dahl Hoegh úr Grønland, Gusten Montonen úr Finnlandi, Maximilian Binderis úr USA og Evon Mohlin, sum hevur verið úttikin til venjingarlegur hjá hollendska landsliðnum.

Seldi” seg væl ímóti Týsklandi
Felagið setti seg í samband við Pætur undan “play-off” dystinum á heimavølli ímóti Týsklandi páskaaftan, men so títt og knapt tann dysturin var av, hevði felagið eitt tilboð um sáttmála til hansara. Ei undur í, tí Pætur taldist millum teir allarbestu á føroyska liðnum og spældi sera sannførandi í bæði verju og álopi, skrivar H71 á heimasíðuni.

Pætur er uppvaksin í H71, men hevur eisini spælt við Neistanum, danska SUS Nykøbing og seinast við íslendska KA á Akureyri, har hann spældi saman við Áka Egilsnes, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell. Í ár er hann tó komin heimaftur til H71, men ætlaði ikki at steðga leingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder