Brasilski fótbóltsleikarin Fabinho sigur nú farvæl við Merseyside og Liverpool FC. Hann skal framyvir spæla við liðnum Al Ittihad í bestu deildini í Saudi Arabia.
Tað váttaði enska felagið í gjár. Sambært enskum miðlum, fær Liverpool 40 milliónir pund fyri leikaran.
Fabinho kom í 2018 til Liverpool frá franska felagnum Monaco. Hann er skrásettur fyri ellivu mál og tíggju málgevandi avleveringar í 219 dystum. Hann var eisini ein týðandi liður á Liverpool liðnum, sum vann Champions League í 2019 og Premier League árið eftir.
Fabinho er triði Liverpool leikarin, sum nú skal royna seg í Saudi Arabia. Frammanundan er Roberto Firmino farin til Al-Ahli og liðskiparin Jordan Henderson verður partur av manningini hjá Steven Gerrard í Al-Ettifaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald