Fótbóltur

Enn ein miðverji í landsliðshópin

Hørður Askham úr HB, ið hevur verið skaðadarvaður í ár, avloysir skadda Mads Boe Mikkelsen. Talan er ikki um eitt beinleiðis býti - heldur verður miðvøllurin umskipaður nakað, sigur Håkan Ericson.

Hørður Askham hevur spælt 10 A-landsdystir seinastu tvey árini. 28-ára gamli miðverjin hevur tó verið skaðadarvaður og ikki spælt nakran dyst frá byrjan í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham hevur spælt 10 A-landsdystir seinastu tvey árini. 28-ára gamli miðverjin hevur tó verið skaðadarvaður og ikki spælt nakran dyst frá byrjan í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-12 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einari viku síðani varð A-landsliðið við monnum úttikið til uppgávurnar í EM-undankappingini á heimavølli móti Kekkia (17. juni) og Albania (20. juni)

Les eisini: Ein heldur øðrvísi hópur hesa ferð

Um vikuskiftð varð greitt, at Mads Boe Mikkelsen kortini ikki fór at vera við. Málskjúttin í fyrsta undankappingardystinum, sum var í Moldova í mars, er darvaður av vøddaskaða og hevur ikki spælt nógv fyri KÍ seinastu tíðina.

Nú er greitt, at ein avloysari er funnin fyri 23-ára gamla driblisterka miðvallaran. Talan er um verjukendan spælara. Miðverjin Hørður Askham hevði trupulleikar við lærkrikanum allan vetur og í byrjanini av kappingarárinum. Hann kom á vøllin aftur í síðsta mánaða og spældi millum annað eitt sindur í 1. deild.

[object Object]
Mads Boe Mikkelsen hevur her skorað í Moldova. KÍ-spælarin hevur mest spælt á sentrala miðvøllinum ella á vonginum á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Hørður Askham í Parkini í 2021, har hann spældi 90 minuttir. Tá var HB-spælarin ein av trimum miðverjum (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður er ikki byrjaður inni nakran dyst í Betrideildini ár men spældi ein hálvan tíma í grannauppgerðini í gjár. Talan hevur samanlagt verið um 146 minuttir í Betrideildini hjá miðverjanum, sambært Faroe Soccer.

Hóast hetta, og hóast fimm aðrir spælarar eru úttiknir sum miðverjar, so fall valið nú á Hørð. 28-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt tíggju A-landsdystir seinastu tvey árini - fleiri frá byrjan - og Håkan Ericson og toymi hava valt eina heldur øðrvísi loysn, nú ein kreativur miðvallari kortini ikki var tøkur: 

- Hetta er ikki eitt beinleiðis býti, tí teir, Hørður og Mads, eru rættuliga ólíkir. Heldur royna vit at umskipa miðvøllin eitt sindur

Soleiðis sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF. Hetta bendir á, at Gunnar Vatnhamar ella Rógvi Baldvinsson kunnu fáa leiklut á miðvøllinum heldur, ella at Føroyar - íhvussu er í tí eina dystinum - fara at spæla við trimum miðverjum. 

Magnus Holm Jacobsen úr 07 Vestur er annars ein miðvallari, ið kundi verið gott boð til A-landsliðið eftir síni góðu avrik í ár, á U21-landsliðnum seinastu árini (er ov gamal til tað nú) og fyri B36 í Evropa. Nógv umrøddi toppskjúttin í Betrideildini, Páll Andrasson Klettskarð, er skaddur. Hvussu álvarsamur skaðin var, var als ikki greitt fyri viku síðani - og ikki heilt enn heldur. Klaksvíkingurin er tó á høkjum.

Les eisini: 
Fremsti spælarin í føroysku kappingini fer at sita heima

Mads Boe Mikkelsen og Meinhard Egilsson Olsen vóru vengur í fyrsta undankappingardystinum - hvørgin er tøkur hesa ferð. Av spælarum, sum hava gjørt tað væl á hesum plássunum - í ymiskum leiklutinum - í ár kunnu nevnast Adrian Justinussen (HB) og Bjarki Nielsen (B36). Fyrrnevndi hevur tó ikki spælt tveir teir seinastu dystirnar vegna skaða. Kaj Leo í Bartalsstovu, ið ofta hevur verið á landsliðnum, spælir nú í næstbestu íslendsku deildini.

Føroya A-landsliðið hittist í morgin og hevur fyrstu venjingina undan dystinum móti Kekkia á Tórsvølli leygarkvøldið. Hann byrjar klokkan 19.45.

Hópurin til dystirnar móti Kekkia (17. juni) og Albania (20. juni)

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Hørður Askham, HB - við fyri Mads Boe Mikkelsen, ið hevur givið avboð
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)

Rættað og dagført: 14.11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder