Fótbóltur

Enn einaferð 0-1

KÍ royndi sítt ítarsta á Svangaskarði, men eitt mál stutt áðrenn hálvleik avgjørdi uppgerðina.

Simen Sandmæl roynir at sleppa ímillum tveir Luzern-leikarar (Mynd: Sverri Egholm)

Simen Sandmæl roynir at sleppa ímillum tveir Luzern-leikarar (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-01 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ skuldi í kvøld skapa eitt evropeiskt bragd á Svangaskarði, har Luzern var á vitjan. Eftir 1-0 í Sveis, har málið kom í 93. minutti, var uppgávan sera torfør, og hóast gott KÍ-avrik á allarflestu økjum, so eydnaðist tað ikki at fáa tað heilt spennandi samanlagt. 

Nógvir áskoðarar vóru á Svangaskarði í góðveðrinum - millum annað yvir 120 áskoðarar úr Sveis, ið settu sín serliga dám á. Longu eftir tríggjar minuttir kom fyrsta vandamikla støðan í dystinum. Eftir gjøgnumbrot í høgru síðu hjá KÍ, kom bólturin uppá tvørs, men eingin leikari hjá Luzern var har at prika bóltin í málið. Tveir minuttir eftir hetta hevði Simen Sandmæl eitt skot á mál, eftir at Páll Klettskarð legði væl niður til norðmannin í samband við innkast. Beint eftir hetta var aftur ein gòð KÍ-støða, men málverjin kom fyrst á innlegg frá Pálli.

Luzern var meira á bóltinum, men tað var als ikki so, at KÍ, eins og í fyrra dystinum, noyddist at víðgera seg kring egna brotsteig stóran part av dystinum. Tað gekk meira aftur og fram, og tað sást, at leikararnir hjá KÍ veruliga trúðu uppá tað, og arbeiddu hart fyri at spæla upp við Luzern. Eftir at farið var um miðjan fyrra hálvlek kom sera gott frísparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð inn úr vinstru, Patrik Johannesen fekk fótin á bóltin, men málverjin helt honum trygt.
Beint aftaná var sera góð støða í brotsteignum hjá Luzern, men einki spurdist burturúr

Dysturin var á mangan hátt javnur, men sum so mangan tá føroysk lið spæla slíkar dystir, so var tað mótstøðuliðið, ið fekk málið. Eftir at KÍ hevði havt eina deyðbóltsstøðu, gekk tað skjótt hinvegin. Sterki nigeranski Blessing Eleke trekti til baklinjuna í vinstru, og legði inn í málteigin har Voca setti fótin á, og so var 0-1. 

Luftin fór nakað úr ballónina løtuna eftir málið, og Luzern trekti seg nátúrliga nakað longur aftur. KÍ skuldi nú skora trý mál, men helt tó fram at stríðast og søkja at, og hevði  onkrar støður áðrenn hálvleik. Heimaliðið kom eisini sera væl út til 2. hálvleik, trýsti á, og eftir sera gott hornaspark frá Bjartalíð, stútaði Deni Pavlovic á tvørtræðið.

Skjótt kom útiliðið betri inn í dystin aftur og hevði gott taamarhald á støðuni, hóast Kí royndi at søkja eftir útjavnandi málinum. Tað fór tó eitt sindur í tómgongd, men samanlagt spældu teir í hvítum og blaúm ein góðan dyst. Heilt ímoti endnaum var vælleikandi Páll Klettskarð nær við, men málverjin var aftur fyri. Harvið endaði ævintýrið hjá KÍ í Evropa við tveimum 1-0 ósigrinum fyri Luzern, sum spælir í einari topp-20 deild í Evropa. Luzern skal komandi umfar spæla ímóti spanska Espanyol; KÍ skal spæla í Fuglafirði mánadagin.

Europa League 2. umfar - seinnu dystirnir
Svangaskarður, 01.08,
KÍ  - Luzern (0-1) *0-2 samanlagt
34' Idriz Voca 0-1

KÍ (4-4-2): 
Kristian Joensen – Jóannes Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen –Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic (80' Torbjørn Grytten), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen - Simen Sandmæl (80' Jonn Johannesen), Páll A. Klettskarð
Gult kort: Jonn Johannessen

Áskoðaratal: 1112 - var tó helst nakað hægri enn hetta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder