FSF: – Takk fyri tað. Tað var ikki so galið. Tað hevur eisini gingið meir ella minni óvanliga væl higartil, so tað ræður um at njóta tað “så længe det varer”. Men eg megni einki uttan mínar liðfelagar, so hesin heiðurin fer eisini til teir, venjaratoymið og øll hini fantastisku fólkini rundan um liðið.
Soleiðis sigur vandamikli framherjin hjá KÍ, Páll Andrasson Klettskarð, tá hann fær boðini um, at hann eisini í mai mánað er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum.
Av 27 møguligum stigum í atkvøðugreiðsluni, fekk Páll Andrasson Klettskarð 21, meðan nærmasti kappingarneytin, Adrian Justinussen úr HB fekk 14 stig. Á 3. plássi endaði liðfelagin hjá Páll, Árni Frederiksberg.
Tað er eisini okkurt, ið bendir á, at Páll og hinir klaksvíkingarnir aftur í ár fara at vera við heilt har frammi, tá FM skal avgerast í oktober. Eftir trettan umfør er KÍ fremst við fullum stigatali, 39, og á toppskjúttaralistanum er Páll Andrasson Klettskarð ovast við 14 málum.
– Tað fylgir altíð ein ávís ábyrgd við, tá man fær møguleikan at umboða KÍ, og ta ábyrgd ynski eg at liva upp til. Men nú ræður eisini um at halda konsentratiónina, tí tað er framvegis langur vegur á mál, um vit skulu endurvinna FM, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Páll Andrasson Klettskarð handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri. Tað var Steinbjørn Jacobsen, heiðurslimur í KÍ, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald