Annað

Enn eitt ítróttafólk í OL-býnum fingið staðfest koronu

Talan er um ein spælara á kekkiska strandarflogbóltssliðnum, sum eftir ætlan skuldi spæla fyrsta dystin komandi mánadagin.

OL-býurin, Tokyo (Mynd: EPA)

OL-býurin, Tokyo (Mynd: EPA)

2021-07-19 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom fram, at tvey ítróttafólk og eitt starvsfólk í OL-býnum í Tokyo eru staðfestir smittaðir við koronu, og nú verður boðað frá, at enn eitt ítróttafólk í býnum hevur fingið staðfest smittuna.

Olympiska nevndin í Kekkia boðar frá, at Ondrej Perusic, ein spælari á kekkiska  strandarflogbóltssliðnum, hevur fingið staðfest koronu.

– Hann hevur eingi sjúkueyðkenni, hóast ein pcr-test váttar úrslitið av einari antigentekst, sigur kekkiski OL-stjórin.

– Arbeitt verður nú við øllum smálutunum og sjálvandi við at fáa tamarhald á smittuni, sigur hann sambært Ritzau.

26 ára gamli Ondrej Perusic er koyrdur á eitt gistingarhús, sum er gjørt til sóttarhald hjá luttakarum, sum eru staðfestir positivir fyri koronu, men sum eingi sjúkueyðkenni hava.

Perusic átti saman við liðfelaganum David Schweiner at hava spælt fyrsta dystin 26. juli, men nú ber hetta ikki til. Kekkiska OL-nevndin fer at kanna møguleikan fyri at fáa dystin útsettan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder