Við sigri á Víkingi, kunnu toftamenn flyta upp í fremstu fótbóltsdeildina hjá monnum í morgin.
Dysturin skuldi spælast í dag, og varð bríkslaður í gongd, men tá góðir 15 minuttir vóru leiktir, varð dysturin bríkslaður av orsakað av vindi.
Og av tí, at bæði nummar tvey og trý í 1. deild, NSÍ og KÍ, taptu í kvøld, hevur B68 framvegis møguleikan at flyta upp.
NSÍ tapti móti Giza/Hoyvík í Hoyvík 3-1. Annars komu runavíkingar fyrst á odda 1-0.
Í Havn vann HB 2-1 móti KÍ. Hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ.
Sostatt er spenningur til útsetta dystin millum Víking og B68, sum verður spældur á middegi í morgin.
Sambært bolt.fo byrjar útsetti dysturin í 13. minutti.
Støðan í 1. deild:
1. ÍF (63 stig)*
2. NSÍ II (52 stig)
3. KÍ (52 stig)
4. B68 (51 stig)*
5. Víkingur II (37 stig)*
6. HB II (32 stig)
7. Skála II (32 stig)
8. B71 (28 stig)*
9. Giza Hoyvík (26 stig)
10. TB/FCS/Royn II (7 stig)
*Ein dyst færri
Dystir í morgin leygardagin:
Víkingur II - B68 (12:00)
B71 - ÍF (13:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald