Fótbóltur

Ensk feløgini dystast um stóra heiðurin

Liverpool ella Tottenham kann lyfta steypið í Madrid í kvøld.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-01 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tvey feløg, ið ikki hava vunnið nakað seinastu árini, men sum hava verið í stórai menning, ið hittast til Champions League-finaluna í kvøld. Sìðani Jurgen Klopp kom til Liverpool, og Mauricio Pochettino kom til Tottenham, hava liðini verið fastur partur av topp-fýra (undantikið fyrsta árið hjá Klopp har týskarin kom nakað inn í kappingarárið)

Undir Klopp hevur Liverpool tapt tvær evropeiskar finalur: Europa League-finaluna í 2017 og Champions League-finaluna í fjør. Í báðum førum móti sponskum liðum; nú kann Liverpool lyfta stóra steypið fyri sættu ferð í søgu felagsins, og um tað so verður, so verður tað í spanska høvuðsstaðnum. Júst tað at tapa finalur er vorið ein keðiligur vani hjá Klopp: Hann hevur, allar kappingar og Dortmund-tíðinda íroknaða, tapt seks finalur á rað - í 2013 tapti hann Champions League-finaluna við Dortmund.

Pochettino og Tottenham eru ikki vanir at koma í finalur, og hetta kann verða størsta kvøldið í søgu felagsins og í yrkisleiðini hjá argentisnka venjaranum. Felagið hevur ongantíð vunnið størsta evropeiska steypið, hóast Tottenham í 1963 gjørdist fyrsta bretska liðið til at vinna eitt evropeiskt steyp (Cup Winners Cup)

At hesi liðini eru í finaluni er í roynd og veru ótrúligt, tí Liverpool tapti fyrru hálvfinaluna 3-0 í Barcelona, og Tottenham var aftanfyri 3-0 samanlagt í hálvleikinum í seinnu hálvfinaluni í Amsterdam. Bæði liðini vístu tó ótrúligan moral, og syrgdu fyri at fyrsta enska Champions League-finalan síðani 2008 skal spælast í kvøld. 

Liverpool hevur favorittleiklutin orsakað av góðu gongdini í ár, har liið var sera nær við at koppa City í Premier League. Hetta er tó ein finala, og talan e rum tøtt lið, os tað kann væntast spenningur og inntensitetur í kvøld. 

Fyrsta bríksl í Madrid í kvøld er klokkan 20.00.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder