Fótbóltur

Enzo Maresca liðugur sum venjari í Chelsea

Vánaligu úrslitini hesi seinastu umførini er orsøk til, at 45 ára gamli italienarin er givin í Chelsea.

Enzo Maresca tók yvir sum høvuðsvenjari í Chelsea í juni 2024 (Mynd: EPA)

Enzo Maresca tók yvir sum høvuðsvenjari í Chelsea í juni 2024 (Mynd: EPA)

2026-01-02 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Italiumaðurin Enzo Maresca er ikki longur venjari, manager, í Premier League-felagnum Chelsea. Hetta hendir eftir fleiri vánalig úrslit í seinastuni.

Felagið hevur váttað tíðindini.

Avgerðin er komin eftir fleiri dagar, har bretskir miðlar hava viðgjørt framtíðina hjá Maresca. Tað verður sagt, at lagið á Stamford Bridge (heimavøllinum hjá Chelsea, -red.) ikki hevur verið nakað serligt hesar seinastu dagarnar.

Chelsea fekk einans 2-2 heima móti Bournemouth í seinasta dystinum í 2025. Úrtøkan hesi seinastu sjey umførini er einans ein sigur. Vánaligu úrslitini hava nú kostað Enzo Maresca starvið.

Chelsea liggur í løtuni á fimta plássi í Premier League við 30 stigum fyri 19 dystir. 

Millum sigrarnar hjá Chelsea við Maresca sum manager er finalusigurin í Conference League í summar, tá Chelsea í finaluni vann 4-1 á Real Betis. Harvið gjørdist Chelsea fyrsta felagið, sum hevur vunnið allar tríggjar núverandi kappingarnar undir Uefa, Champions Leauge, Europa League og Conference League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder