Varazdin, Kroatia (Portalurin) - Tað tyktiskt at vera eitt heilt róligt og lætt huglag í føroysku leguni í gjár, tá liðið ferðaðist til hendan býin og eisini vandi í stóru og snøggu høllini.
Sí eisini:
Myndir: Fyrireika seg nú til fjórðingsfinaluna
(Video) Innslag frá venjing við Ísaki Vedelsbøl
Tað er helst eingin ivi um, at tað er meira spenningur í kroppunum hjá spælarunum og í luftini á spælaragistingarhúsinum - har egyptar eisini búgva - í morgun. Okkara U19-menn kunnu seinni í dag skriva føroyska hondbólts- og ítróttarsøgu.
Fyrr í summar var føroyska U21-landsliðið eisini í HM-fjórðingsfinalu. Tá vóru Aleksandar Sasha Lacok, Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún millum føroyingarnir á vøllinum, men tað rakk tíverri ikki til hálvfinalupláss.
Óli Mittún í framlopi móti Serbia í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)
Ísak Vedelsbøl (Mynd: Sverri Egholm)
Nú skal tað vera hjá teimum trimum og liðfeløgunum, sum innan seinastu vikuna hava tapt móti Iran, men eisini vunnið á stóru hondbóltstjóðunum Svøríki og Týskalandi, umframt stórt á Saudiarabia.
Harvið fáa Føroyar møguleikan at spæla móti Egyptaland, sum gjørdist nummar tvey í sínum bólki í meginumfari. Føroyar eru á pappírinum ein lítil favorittur, men lagt er upp til ein tættan dyst.
Egyptaland hevur millum annað bast Íslandi í HM-endaspælinum og kemur við einum øgiligum fysikki. Ónollur og hart spæl, umframt beinleiðis álopsspæl, eru nakað, ið føroyska liðið er fyrireika til. Spurningurin er so, hvussu man megnar at handfara tað.
Sí eisini: Hjalti Mohr Jacobsen: Eitt hondbóltslið sum spælir hart
Dysturin byrjar klokkan 12 føroyska tíð. Kringvarpið stroymir dystin, sum eisini verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni. Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Mongu føroysku áskoðarnir í Kroatia gleða seg (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald