Hondbóltur

Fyrireika seg nú til fjórðingsfinaluna

Føroyska U19 manslandsliðið kom seinnapartin til Varazdin, har spælt verður í morgin, og venjing var í kvøld. Sí nakrar myndir sum Egin Tollaksson Kass tók.

Føroysku spælararnir fingu eitt sindur harpiksi á og skutu og spældu eitt sindur ímillum sín (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Føroysku spælararnir fingu eitt sindur harpiksi á og skutu og spældu eitt sindur ímillum sín (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-09 19:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Varazdin, Kroatia (Portalurin) - Ein langur busstúrur úr Riejka. So var matur á skránni, áðrenn føroyingarnir noyddust at bíða eftir at sleppa inn á kømrini at sleppa at sova eina løtu, áðrenn farið var í stóru og snøggu høllina í Varazdin. Talan er um somu høll, sum fjórðingsfinalan móti Egyptalandi verður spæld í. Tað verður í morgin á middegi føroyska tíð.

Sí eisini: 
Spæla HM-fjórðingsfinalu móti Egyptalandi hósdagin
U19-menninir á stórskiggja Vágsbotni

(Video) Ein errin mamma - Hetta er stuttligt at vera partur av
Myndir frá stórsigrinum á Saudiarabia

Teir í føroysku leguni vita, at talan verður um eina uppgávu, ið kemur at krevja nógv bæði fysiskt og mentalt. Spælararnir hjá Egyptalandi eru fysiskt ógvuliga sterkir og spæla ikki altíð so reint. Føroyingarnir skulu spæla sítt spæl og hugsavna seg um tað: Í álopinum skal tað ganga skjótt, og verjan skal vera til reiðar at møta stórum og framfýsnum monnum, ið vilja inn ímóti miðblokkinum.

Eitt sindur av ymiskari venjing var á skránni, men ikki nógv megi varð nýtt. Krútið skal nýtast í morgin, tá eitt søguligt føroyskt hálvfinalupláss kann tryggjast.

At talan er um eina HM-fjórðingsfinalu, royna føroyingarnir ikki at nýta megi uppá, og spælarar og tey rundanum tyktust rólig og lætt. Tó sæst, at bæði Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl sótu uttanfyri í dag fyri at spara seg, og at Aleksandar Sasha Lacok als ikki stóð í mál til nøkur skot. Her er nógv uppá spæl og lagt er upp til ein spennandi dyst.

Her eru nakrar myndir frá kvøldsins venjing, sum Egin Tollaksson Kass tók.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder