Hondbóltur

U19-menninir á stórskíggja í Vágsbotni

Fjórðingsfinalan hjá U19 manslandsliðnum móti Egyptalandi verður hósdagin kl. 12.

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-09 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur gingið væl hjá føroysku U19 monnunum í hondbólti, sum í hesum døgum royna seg í HM-endaspælinum í Kroatia. Teir hava knógvað sterkum hondbóltstjóðum sum Svøríki og Týsklandi.

Nú er tað Egyptaland sum stendur fyri skotum í fjórðingsfinaluni, og tá verður møguleiki hjá føroyingum at hyggja at dystinum á trappuni í Vágsbotni.

Hesum boðar Hondbóltssambandið frá.

Fjórðingsfinalan verður bríkslað í gongd á middegi í morgin. Sambært veðurstovunum verður gott veður - turt og lítið av vindi.

Les eisini: Spæla HM-fjórðingsfinalu móti Egyptalandi hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder