Opatija, Kroatia (Portalurin) - Føroyar hava eftir trý flott avrik spælt seg í HM-fjórðingsfinaluna. Tað merkir, at tað í dag er ferðadagur hjá U19-monnunum.
Fjórðingsfinalurnar, hálvfinalur, finala - ja, alt hjá teimum ovastu átta liðunum - verða spælt í býnum Varazdin. Føroyar eru millum hesi "fínu": Alt stórar hondbóltstjóðir.
(Skýggjamynd - Wikipedia)
Tað eru slakir tríggir tímar at koyra í bussi - beint yvir 250 kilometrar. Harvið eru tað ferðing, hvíld og so nakað av venjing, umframt taktiskt og sinnislig fyrireiking á skránni hjá føroyska hópinum í dag.
Mótstøðuliðið á middegi í morgin verður Egyptaland. Egyptaland vann U19-HM fyri tveimum árum síðani. Hetta eru aðrir, og talan verður uttan iva um sterka mótsstøðu. Tó er tað á pappírinum betri enn at møta Spania.
Sí eisini:
Enn eitt føroysk HM-fjórðingsfinalupláss
Myndir: Føroyar - Saudiarabia
Myndir: Føroyskur fagnaður
(Video) Djóni Gaard Joensen: - Hetta kundi ikki verið nógv betri
(Video) Trúgvi Hávardsson: -Hesin dysturin hóskaði væl til mín
(Video) Høgni Højsted: Heilt fantastiskt við fjórðingsfinaluplássi
(Video): Ein errin mamma: - Hetta er stuttligt at vera partur av
Slíkar hava Føroyar tó syft áður í kappingini. Í gjár tapti Egyptaland greitt fyri Spania, og harvið skulu Føroyar, sum vinnarar av bólkinum, spæla móti Egyptalandi sum tvey'ara.
Dysturin stóð fyrst til at vera á skránni í morgin, hósdagin 10. august, klokkan 11 føroyska tíð og 12.00 lokala tíð. Sambært síðuni hjá IHF verður tað tó klokkan 13 lokala tíð og á middegi føroyska tíð.
Mynd: Egin Tollaksson Kass
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald