Opatija, Kroatia (Portalurin) - Setningurin í dag var púra greiður. Føroyar skuldu hava stig móti Saudiarabia. Um tað eydnaðist, so var fjórðingsfinaluplássið tryggjað.
Í innleiðandi bólkaspælinum taptu Føroyar fyri Iran í leiklutinum sum greiður favorittur og eftir at hava verið greitt frammanfyri. Hetta skuldi ikki endurtaka seg, og eftir eina sannførandi føroyska byrjan kom sigurin ongantíð í vanda.
Verjuparturin var ógvuliga stinnur, og bjargingar vóru ikki fáar - fyrst frá Aleksandar Sasha Lacok og seinni Leivi Joensen. Saudiarabar høvdu trupult við at loysa føroyska liðið upp, samstundis sum Føroyar meginpartin av dystinum ongar trupulleikar høvdu við at spæla seg til fríar møguleikar. Fyrst í flótandi 6 móti 6, áðrenn farið var yvir til 7 móti 6 vegna álopskendu saudiarabisku verjuna - eisini fyri at spara megi og hava lættari við útskiftingum.
Yngsti maður Jákup Egholm gjørdist eisini dagsins maður. Hann skoraði 8 mál uppá 8 skot og fangaði nakrar bóltar (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
(Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Óli Mittún stjórnaði hesum væl meginpartin av dystinum. Í dag var hansara leiklutur meira sum spælskipari enn málskjútti - skoraði 4 mál - og toppskjúttin í endaspælinum legði upp til nógvamál. Ísak Vedelsbøl skoraði flest, og stóri strikuspælarin varð spardur størsta partin av seinna hálvleiki. Jákup Egholm spældi fyrra hálvleik og fekk átta mál. 15-ára gamli vongurin var ísakaldur.
Í dag var strandingurin Trúgvi Hávardsson eitt av frískligu íkøstunum við málum, ferð og frekum fríspælingum. Hann skoraði fýra mál - tað sama gjørdi lámi vestmenningurin Óla Jákup Gaard Olsen í seinna hálvleiki. Sofus í Selvindi Nattestad var eisini aftur á vøllinum eftir skaðatrupulleikar, og gjørdi tað væl
Annars sluppu allir framat í dag, og talan var um samanlagt trygt føroyskt avrik. Hetta er aðru ferð hetta summarið, at eitt føroyskt U-landsliðslið skal spæla HM-fjórðingsfinalu. Liðið hjá Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen spælir fjórðingsfinalu móti Egyptalandi ella Spania hósdagin.
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Saudiarabia 41-23 (22-11)
Málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 9
Jákup Egholm 8 - Dagsins spælari
Óli Mittún 4 (1)
Trúgvi Hávardsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Rókur Ziskason 3
Sofus í Selvindi Nattestad 3
Tóki Friðriksson 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Høgni Højsted 1
Dystargongdin:
5.min: 3-2
10 min: 7-2
15 min: 10-5
20 min: 14-7
25 min: 18-10
30 min: 22-11
35 min: 25-12
40 min: 30-13
45 min: 32-16
50 min: 34-19
55 min: 30-28
60 min: 41-23
18:00 Týskland - Iran
Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 4 stig *
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Saudiarabia 0 stig *
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald