- Í mun til mún fysikk, so hóskaði Saudiarabia betri til mín enn til dømis Týskland og Spania, og millum annað
Trúgvi Hávardsson hevur ikki spælt so nógv seinastu dagarnar, men bakspælarin úr StÍF kom tíðliga inn í avgerandi dystinum í dag og fekk beinanvegin fatur á rætta endanum.
Mynd: Egin Tollaksson Kass
Trúgvi vísti ferð og hegni, og umframt at fáa ferð í spæli og skora fýra mál, fann hann eisini Ísak á strikuni væl fleiri ferðir. Júst tað at spæla við Ísaki kann tykjast lætt, sigur strandingurin:
- Ísak er so stórur og dugnaligur og líkasum "etur" bara bóltarnar, tá man spælir inn til hann.
Nú fegnast teir í føroysku leguni um fjórðingsfinaluplássið, men tað snýr seg sanniliga um at fáa armarnar niður skjótt og hyggja uppá næstu uppgávuna, staðfestir 18-ára gamli Trúgvi Hávardsson.
Sí eisini:
Enn eitt føroysk HM-fjórðingsfinalupláss
Myndir: Føroyar - Saudiarabia
Video: - Hetta kundi ikki verið nógv betri
----------------------------------------
Meginumfar - Bólkur IV í Opatija
Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Saudiarabia 41-23 (22-11)
Málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 9
Jákup Egholm 8 - Dagsins spælari
Óli Mittún 4 (1)
Trúgvi Hávardsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Rókur Ziskason 3
Sofus í Selvindi Nattestad 3
Tóki Friðriksson 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Høgni Højsted 1
Málverjar:
Aleksandar Sasha Lacok 38 prosent
Leivur Joensen 47 prosent
Dystargongdin:
5.min: 3-2
10 min: 7-2
15 min: 10-5
20 min: 14-7
25 min: 18-10
30 min: 22-11
35 min: 25-12
40 min: 30-13
45 min: 32-16
50 min: 34-19
55 min: 30-28
60 min: 41-23
18:00 Týskland - Iran
Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 4 stig *
Týskland 2 stig
Iran 2 stig
Saudiarabia 0 stig *
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald