Hondbóltur

- Hetta kundi ikki verið nógv betri

Djóni Gaard Joensen, U19-venjari, setur orð á, hvat eydnaðist so væl hjá liðnum í dag, hvussu tað sinnisliga fylti, Jákup Egholm og hvat sigurin á Saudiarabia merkir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-08 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U19-menninir vunnu fyri løtu síðani við 18 málum á Saudiarabia og spældu seg harvið í HM-fjórðingsfinaluna, har Spania ella Egyptaland verður mótstøðliðið.

Greiða fæst á tí í kvøld, og Djóni Gaard Joensen og hinir í føroysku leguni fara at fylgja við. Hoyr annan av høvuðsvenjaranum seta orð á, hvat liggur aftanfyri sigurin, hvat hendi, og hvat næstu dagarnir hava at bjóða føroyskum hondbólti.

Video: Egin Tollaksson Kass

Sí eisini: 
Enn eitt føroysk HM-fjórðingsfinalupláss
Myndir: Føroyar - Saudiarabia

----------------------------

Meginumfar - Bólkur IV í Opatija

Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Saudiarabia 41-23 (22-11)

Málskjúttar: 
Ísak Vedelsbøl 9 
Jákup Egholm 8 - Dagsins spælari
Óli Mittún 4 (1)
Trúgvi Hávardsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Rókur Ziskason 3
Sofus í Selvindi Nattestad 3
Tóki Friðriksson 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Høgni Højsted 1

Málverjar: 
Aleksandar Sasha Lacok 38 prosent
Leivur Joensen 47 prosent 

Dystargongdin:
5.min: 3-2
10 min: 7-2
15 min: 10-5
20 min: 14-7
25 min: 18-10
30 min: 22-11
35 min: 25-12
40 min: 30-13
45 min: 32-16
50 min: 34-19
55 min: 30-28
60 min: 41-23

18:00 Týskland - Iran

Støðan í meginumfarinum:
Føroyar 4 stig *
Týskland 2 stig 
Iran 2 stig
Saudiarabia 0 stig *

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder