Hondbóltur

Ein errin mamma: - Hetta er stuttligt at vera partur av

- Hesir dreingirnir hava eitt sterkt samanhald, og tað hava vit uttanfyri vøllin eisini, sigur Lena Ziskason eftir sigurin hjá U19 í kvøld. Familjurnar royna at gera sítt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-08 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Opatija, Kroatia (Portalurin) - Eftir sigurin á Saudiarabia savnaðust familjurnar hjá spælarunum og øll viðhaldsfólkinum saman við leikara- og leiðarahópi uttanfyri høllina. Ein stuttlig løta, har teir mongu føroyingarnir í økinum kundu fegnast saman, nú U19-menninir høvdu spælt seg víðari til HM-fjórðingsfinaluna.

Ein av teimum var Lena Ziskason. Hon er mamma Rók Ziskason og eins til EM-endaspælið í fjør, fylgja hon og nógv onnur liðnum tætt. Tað er eitt serligt samanhald, og tað hava spælararnir eisini, staðfesti hon.

Lena fegnast um, at tað aftur sást á vøllinum í dag, har allir vóru í spæl í stórsigrinum. Tað sá annars ikki so gott út eftir Iran-tapið í bólkaspælinum, men síðani hava føroysku fjeppararnir í Opatija savnast á sama matstaðið við sjógvin undan dystunum og síðani koyrt á við at rópa og stuðla í høllini Hetta hevur eydnast væl.

Uppihaldið hjá Lenu Ziskason og mongum øðrum føroyingum í Kroatia endar aftaná vikuskiftið - spurningurin er so, hvat klokkan ungu føroysku menninir spæla sunnudagin, sigur hon flennandi at enda. 

Føroyar spæla fjórðingsfinalu móti Egyptalandi ella Spania hósdagin - í vikuskiftinum eru heiðursmerkja/plaseringsdystir.


Sí eisini: 
Enn eitt føroysk HM-fjórðingsfinalupláss
Myndir: Føroyar - Saudiarabia

(Video) Djóni Gaard Joensen: - Hetta kundi ikki verið nógv betri
(Video) Trúgvi Hávardsson: -Hesin dysturin hóskaði væl til mín
(Video) Høgni Højsted: Heilt fantastiskt við fjórðingsfinaluplássi

----------------------------

Meginumfar - Bólkur IV í Opatija

Í dag Mánadagin, 7. august
Føroyar - Saudiarabia 41-23 (22-11)

Málskjúttar: 
Ísak Vedelsbøl 9 
Jákup Egholm 8 - Dagsins spælari
Óli Mittún 4 (1)
Trúgvi Hávardsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Rókur Ziskason 3
Sofus í Selvindi Nattestad 3
Tóki Friðriksson 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Høgni Højsted 1

Málverjar: 
Aleksandar Sasha Lacok 38 prosent
Leivur Joensen 47 prosent 

Dystargongdin:
5.min: 3-2
10 min: 7-2
15 min: 10-5
20 min: 14-7
25 min: 18-10
30 min: 22-11
35 min: 25-12
40 min: 30-13
45 min: 32-16
50 min: 34-19
55 min: 30-28
60 min: 41-23

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder