
Varazdin, Kroatia (Portalurin) - Føroyska U19-landsliðið við monnum spælir í morgin um HM-hálvfinalupláss. Tað kann gerast eitt av allarstørstu føroysku hondbóltsavrikunum samanlagt, men venjari og liðformaður vilja helst ikki tosa so nógv um júst týdningin.
Vit vóru ein túr í høllini og tosaðu við Hjalta Mohr Jacobsen og Ísak Vedelsbøl, sum eru greiðir yvir, at Egyptaland kemur við millum annað nógvum fysikki.
Fyrsta bríksl í stóru høllini verður á middegi í morgin, hósdagin 10. august. Dysturin sæst á Youtube-síðuni hjá IHF. Stórskíggi verður eisini settur upp í Vágsbotni
Upptøkur og klipping: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini:
Spæla HM-fjórðingsfinalu móti Egyptalandi hósdagin
Myndir: Fyrireika seg nú til fjórðingsfinaluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald