Fótbóltur

Erik Ernesto Nielsen longt sáttmálan við Kolding

Argentinski-danski venjarin, við longu fortíðini í føroyskum fótbólti, hevur verið partur av sera góðu gongdini hjá Kolding seinastu tíðina.

Erik Nielsen (t.v) er hjálparvenjari hjá uppflytaranum (Mynd: kif-fodbold.dk)

Erik Nielsen (t.v) er hjálparvenjari hjá uppflytaranum (Mynd: kif-fodbold.dk)

2019-07-21 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Klaksvík var hann bæði hjálparvenjari og høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum, har hann var við at vinna greipuna fýra ferðir. Í seinnu hálvu í 2014 var ein av leiklutunum hjá honum hjálparvenjari hjá besta mansliðnum. Eisini royndi hann at standa á odda fyri næstbesta mansliðnum og U18-liðnum hjá KÍ, sum hann førdi til steypagull í 2013. Eftir eitt ár á odda fyri ÍF/Víkingi tók Erik Ernesto Nielsen yvir hjá EBS/Skála í 2016, og í 2017 gjørdist var tað liðið hjá Eriki, sum koppaði KÍ av trónini og vann greipuna.

Eftir tey bæði gullheiðursmerkini fluttu Erik Nielsen og familjan til Danmarkar, og skjótt stóð venjarastarv honum í boðið í Kolding. Har er Erik Ernesto Nielsen hjálparvenjari hjá besta mansliðnum, sum í ár skal spæla í næstbestu deildina eftir uppflytingina farna kappingarár. Tað eydnaðist eisini hjá Kolding at sláa Superliga-feløgini Randers og Vejle út úr steypakappingini, áðrenn FC Midtjylland, sum vann DBU-pokalen, gjørdist ein ov stórur biti í fjórðingsfinaluni. 

Í dag kunnger Kolding IF á heimasíðu sínari, at sáttmálin við Erik Ernesto Nielsen er longdur, so at hann er galdandi restina av 2019. Í viðmerking til heimasíðuna sigur Erik, at hann hevur ment seg nógv sum menniskja og sum venjari í góða umhvørvinum í Kolding IF. Hann fegnast um at hava verið við til at fingið góð úrslit við liðnum; umframt samstarvið við hinar venjararnar og sín leiklut sum høgra hond hjá Anders Jensen, har hann eisini hevur ábyrgdina av deyðbóltunum hjá liðnum. 

Kolding IF spælir sín fyrsta dyst í NordicBet deildini um eina viku, 28.juni, á heimavølli ímóti Hvidorve. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder