Nú er tað alment. Núverandi venjarin í niðurlendska felagnum Ajax Amsterdam, 52 ára gamli Erik ten Hag, verður venjari í Manchester United komandi kappingarár. Tað hevur Manchester United í dag váttað á heima síðu síni.
Sostatt gevst Erik ten Hag í Ajax, har hann hevur verið venjari síðan endan av 2017.
Niðurlendingurin skal royna at reisa Manchester United uppaftur – nakað, ið enn ikki er eydnast síðan ikoniski venjarin Sir Alex Ferguson støðgaði í 2013.
Í løtuni stendur týskarin Ralf Rangnick á odda fyri liðinum. Men tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at hann bara skuldi vera fyribils til ein endalig loysn á venjaraspurninginum varð funnin í summar.
Tá fer Ralf Rngnick í ætlaða leiklut sín sum ráðgevi.
Erik ten Hag hevur í fyrsta umfari fingið sáttmála fram til summarið 2025 við møguleika at leingja við einum ári.
- Tað er ein stórur heiður fyri meg at gerast manager í Manchester United, og eg gleði meg til uppgávuna, sigur Erik ten Hag, sambært Ritzau.
Síðan Alex Ferguson gavst sum venjari í Manchester United, hava hesir roynt seg:
2013-14: David Moyes
2014: Ryan Giggs (fyribils)
2014-16: Louis van Gaal
2016-18: José Mourinho
2018-21: Ole Gunnar Solskjær
2021: Michael Carrick (fyribils)
2021: Ralf Rangnick (fyribils)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald