Fótbóltur

Eriksen tók metið hjá Coutinho og Mølby

Hevur nú skorað 18 ferðir úr frástøðu uttan fyri brotsteigarmarkið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-12-27 08:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá danski fótbóltsspælarin í Tottenham, Christian Eriksen, í gjár skoraði fyrsta málið í 5-0 heimasigrinum á Bournemouth, sló hann eisini metið sum leikarin, sum hevur skorað flest mál upp á langskot í Premier League í Onglandi.

Hann hevur nú skorað 18 mál úr eini frástøðu uttan fyri brotsteigin, skrivar Politiken. Tað er sama tal av málum, sum brasilski Philippe Couthinho hevur skorað. Coutinho skifti fyri einum ári síðani úr Liverpool til Barcelona.

Men tað var ikki einasta metið, sum Christian Eriksen tók við hesum málinum. Hetta var mál hansara nummar 44 fyri Tottenham, og harvið kom hann eisini upp á metið hjá Jan Mølby, sum mest skorandi dani í bestu ensku kappingini.

Jan Mølby skoraði 44 mál í 218 dystum fyri Liverpool. Christian Eriksen hevur brúkt 187 dystir fyri at skora sama tal av málum fyri Tottenham.

Liverpool hevur eftir ’Boxing-day’-umfarið í gjár staðfest sína oddastøðu í Premier League við 51 stigum fyri 19 dystir. Liverpool vann í gjár 4-0 á Newcastle United. Tottenham liggur á øðrum plássi við 45 stigum, eitt fleiri enn Manchester City, sum óvæntað tapti 1-2 fyri Leicester City í gjár.

Chelsea er nr. 4 við 40 stigum, Arsenal nr. 5 við 38 og Manchester United nr. 6 við 32 stigum. United vann í gjár 3-1 á Huddersfield Town í fyrsta heimadysti við norðmanninum Ole Gunnar Solskjær sum venjara.

Ein dystur er eftir í 19. umfari. Hann verður í kvøld millum Southampton og West Ham United. Nýtt umfar verður um vikuskiftið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder