2022-11-02 12:46
Eftir langa ferð úr Føroyum umvegis Keypmannahavn og Wien kom A-landsliðshópurin hjá kvinnum uppá pláss í Kososvo seint í gjárkvøldið.
Liðið skal spæla tveir HM play-off dystir í landinum á Balkan - báðir verða leiktir í býnum Istog.
Tann fyrri verður í morgin, hósdagin 3. november, klokkan 18.30. Tann seinni verður leygarkvøldið - sama klokkuslett.
Nú fyrireikar liðið hjá Sonna Larsen og Finni Hanssyni seg til fyrrru uppgávuna.
Vinnarin yvir tveir dystir skal møta hægri styrkismettum liði í vár næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald