Tað hendir nógv á ítróttarøkinum í Klaksvík. Fleiri nýggj áskoðarapláss eru komin upp við Djúpumýru, so tað er góðkent til evropeiskar dystir og nú av álvara byrjar at líkjast einum stadionøki - vit hava meira um tað seinni - og áleið eitt steinblak harfrá, beint við svimjihøllina, verður arbeitt við rennibreyt og nýggjum vølli. Fyrsta rennibreytin í Klaksvík verður rundanum um ein fótbóltsvøll í fullari stødd.
Í løtuni er HJ Asfalt í gongd við at gera klárt til at asfaltera, og byrja eftir ætlan at leggja asfalt á hósdagin. Um alt gongst sum ætlað, so verður tað arbeiðið liðugt beint fyri ólavsøku. Um tíðarætlanin við arbeiðnum sum heild heldur, so standa rennibreytin og vøllurin til reiðar í heyst - helst síðst í oktober ella í september.
Hetta upplýsir Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, fyri Portalinum. Hon sigur, at talan er um ein spennandi verkætlan, og at tey í býráðnum gleða seg nógv, til arbeiðið er liðugt.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fótbóltsvøllurin skal fyri tað mesta skal nýtast til venjingar og ungdómsdystir. Rennibreytin og øki fara at lúka altjóða krøv og kann hýsa kappingum av nógvum ymsum slag. Tað verður tó ikki møguligt at hava kappingar í i spjótkasti, diskokasti og hamarkasti.
Kringumstøðurnar verða gjørdar lidnar í 2022. Talan er millum annað um útgerðgoymslu til frælsan ítrótt, málhús (har myndatól og kóntór skulu vera) og ljósmastrar. Alt økið er meira enn tvífalt so stórt sum ein fótbóltsvøllur.
Hetta er ein risastór verkætlan, sum kommunan í løtuni metir fer at kosta slakar 30 milliónir krónur. Kanjon er høvuðsarbeiðstakari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald