12 dystir. Tað var tað, sum Lars Olsen fekk í Esbjerg. Í morgun skrivaðu donsku miðlarnir, at samstarvið varð støðgað. Í gjárkvøldið gav ítróttarstjórin hjá Esbjerg venjaranum boð um, at leikararnir høvdu á fundi gjørt støðuna greiða: Tað var ikki álit á, at Lars Olsen fór at leiða liðið til enn eitt ár í Superligaini: Leikararnir høvdu mist trúnna.
Hetta skrivar bold.dk, ið samstundis ger greitt, at Esbjerg ikki hevur sagt Lars Olsen úr starvið. 59-ára gamli venjarin metti útfrá hesum, at tað var best at fara úr starvinum, og at einki gott hevði komið út av einum víðari samstarvið undir umstøðunum.
Á heysti í fjør takkaði Lars Olsen fyri seg sum føroyskur landsliðsvenjari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Lars Olsen ger fyri heimasíðuni greitt, at hann irðar seg yvir støðuna, og at tað hevur verið ein stór tilvenjing at venda aftur til at venja eitt felag.
Júst sum hansara átta-ára skeið við føroyska landsliðnum endaði í november í fjør, fór Lars Olsen undir starvið í Esbjerg. Tá lá liðið í tungum sjógvi, og tað ger tað enn. Lars Olsen hevur skaffað helmingin av teimum 18 stigunum, ið liði endaði grundspælið við. Tó endaðu sjey út av teimum 12 dystunum, har Lars Olsen stóð á odda, við niðurlagi. Endaspælið í Superligaini fer í gongd hesa vikuna, og óvist er, hvør skal standa á odda fyri Esbjerg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald